Nógv fólk runnu jólini inn

Aftur í ár vóru tað nógv fólk, sum valdu at byrja jólini við kirkjurenning. Á Tórsbreyt møttu nakað omanfyri 80 fólk, har renningin byrjaði. Eftir at hava sungið “Gleðilig jól”, var farið  avstað, og á vegnum løgdust nøkur afturat, so í alt vóru tað uml 90 fólk, sum vóru við.

Ruturnar vóru ymiskar, har tann stytsta er niðan til Hoyvíkar kirkju og omanaftur, meðan tann longsta gongur heilt til Kirkjubøðar og aftur.

Tað er Rigmor N. Arge, sum fyri nógvum árum síðan tók stig til kirkjurenningarnar her heima, og aftur í ár var hon ein av teimum, sum tók longu leiðina til Kirkjubøðar, har okkurt gott var at fáa áðrenn farið var aftur til Havnar.

Á Tórsbreyt bíðaði ymiskt lesikiligt, sum rennararnir kundu fáa sær av, áðrenn teir løgdu leiðina heim til jólastáki.

Kirkjurenning fyri fjúrtandu ferð

Fjúrtinda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy jólaaftan.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum:

  1. 2,5 km – lættur túrur niðan í Hoyvíkar kirkju og oman aftur.
  2. 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.
  3. 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.
  4. 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Ruturnar eru at síggja her.

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Flestu árini hevur luttakara talið ligi millum 60 og 80, eisini tá veðrið hevur verði ein eyka avbjóðing.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.

Gleðilig jól frá Hvirluni

Seinasta venjing áðrenn jól var skipað sum felagsvenjing og sum vanligt var hendan í fimleikahøllini í Studentaskúlanum. Vit høvdu fingið Adrianu Voda at skipa venjingina og við kønari hond eydnaðist henni at skipa eina venjing har øll fingu verið við. Yngsti luttakari var um sjey ára aldur og tey elstu vóru um tjúgu ár, men øll vandu saman og var tað stuttligt at síggja hvussu væl tað ber til at hugna sær saman, sjálvt um aldursmunurin kann tykjast stórur.

Sum altíð endaði venjingin við felagsmynd og aftaná bjóðaði Balslev djús og frukt til øll. Venjingin byrjar aftur tá skúlarnir byrja aftur, men jólaaftan verður kirkjurenning.

Hvirlan vil ynskja øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Kerjar: Heinta blusur og startnummar

Til ber at heinta startnummar og blusu hjá Thomas Dam Intersport í Jónas Broncksgøtu fríggjadagin 17. november frá kl. 15 til 18 ella í forhøllini á Hotel Føroyum frá kl. 11.30 leygardagin 18. november.

Tað ber til at tekna seg til tiltakið sama tíðspunkt

 

Náttúrurenning við Kerjar 2017

Leygardagin 18. november kl. 13.00 verður náttururenning við Kerjar.

Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.

Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km 5,5 km og 10,5 km.

Kerjar er eisini partur av vetrarkappingini hjá FÍF. Tey, ið luttaka í vetrarkappingini hjá FÍF renna ávikavist 10,5 km (Vaksin) og 1,5 km (Børn árg. 2002 til 2006)
Tilmelding er á leinkjuni http://events.gistogvist.fo/Event/EventView.aspx?DocumentID=6418

Kostnaður fyri luttøku er hesin: Vaksin 100 kr., børn (árg 2002 ella seinni) 50 kr.

Kort yvir ruturnar (trýst á kortið fyri størri útgávu):

rutur-yvirlit-2015

Tá komið er á mál, bjóðar Hotel Føroyar heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

  1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborðið í GRAS og morgunmati
  2. Gávukort frá The TARV
  3. Gávukort frá No12
  4. 2 gávukort frá Intersport til renniskógvar
  5. Gávukort frá Niels L. Arge á Kogabrúnni
  6. Tjógv
  7. Ein spann við Kemilux vørum
Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.
 
Um tú ætlar tær at kappast í renning gjøgnum veturin, skalt tú velja Vetrarkappingina. Tað eru 8 rennikappingar í alt, sí frágreiðing um Vetrarkappingina á www.fif.fo.
 

Filmur um hvussu leikur fór í 2012 sæst her.