Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum

Sólin skínur á tey fittu og røsku! Nú vit eru komin runt øll 4 støðini, vit “frælsast”, meðan vit bíða eftir leikvøllunum norðan fyri Ringvegin, mugu vit sanna, at vit duga væl at passa okkum løgir. Fyrstu ferð var kalt, men turt, aðru ferð lýtt og turt, triðju ferð sólglottar og lýtt og fjórðu ferð varð brennandi sól og heitt 🙂 Continue reading “Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum”

Hvirluvindar á Flaggdegnum

Helvtin av hvirluvindunum, sum til dagliga venja hjá okkum í Hvirluni, luttóku í flaggdagsrenningini, og komu tey øll móð og væl nøgd á mál. Tað var sum at síggja sólina og kenna fríska lotið, tá tey pøst við reyðum kjálkum, men brosandi um alt andlitið, fóru strúkandi framvið. Felagið hevði ikki skipað fyri felags tilmelding ella biðið tey um at renna, so hetta var nakað, tey hava funnið upp á av sínum eintingum, og fegnast vit sum slíkt áræði. Continue reading “Hvirluvindar á Flaggdegnum”