Oyggjaleika- og A-krav á Tórsbreyt

Opin kapping mánadagin 28. mai
26.05.2012
Stuttleikir
30.05.2012

Oyggjaleika- og A-krav á Tórsbreyt

Hóast sólin skein, so var veðrið ikki beinleiðis optimalt tá Hvirlan skipaði fyri opnari kapping á Tórsbreyt mánadagin 28. mei. Tað var so, at vindurin var beint ímóti hjá sprintarnum og undan hjá spjótkastarnum. Báðir partar ynsktu tað mótsætt. Hóast hetta, so endaði dagurin við einum føroyskum metið, einum A-kravið til talentbólkin og einum oyggjaleikakravið.

Fyrsta greinin var 100 m. Her vóru tað átta mans og trýggjar kvinnur, sum royndu seg. Hjá kvinnunum vóru tað Edna Maria Debes, Marita Káradóttir Petersen og Hildur Poulsen (Bragdið), ið royndu seg. Málið var at klára A-kravið til talentbókin, sum bæði Edna Maria og Hildur hava verði niðanfyri tvær ferðir í ár, men tá var undanvindurin og nógvur til at tað kundi góðkennast. Hesaferð var mótvindurin so mikið nógvur at tíðirnar ikki blivu eins góðar og tær hava verði í seinastuni. Úrsliti gjørdist at Edna Maria vann í einari sera tættari uppgerð við Hildur við tíðini 14,63 sek, Hildur gjørdist nummar tvey við tíðini 14,64 sek og Marita nummar trý við tíðini 15, 03 sek. Mótvindurin var 1,9 m/s.

Hjá monnunum vóru tvey heat. Í fyrsta heatið vóru Helgi Geyti, Tórur Mortensen, Jákup Dahl Ljóshem og Dánjal Dahl Ljósheim. Her vann Helgi (14,30 s) frammanfyri Tórur (14,57 s), Jákup (15,82 s) og Dánjal (16,96 s). Mótvindurin var 2,3 m/s. So fóru teir skjótastu avstað. Her fekk Rúni Jacobsen, ið er skjótasti maður í Føroyum higartil í ár, ein ringan start, men hann royndi at fanga Trygva Laksáfoss, sum fekk sín eyðkenda skjóta start. Rúni megnaði tó ikki at fanga Trygva hesaferð, sum vann við tíðini 12,32 sek. Tíðin hjá Rúna 12,46 sek meðan Tummas Napolen Arge kom á mál við tíðini 12,64 sek og Birgir Hansen við tíðini 12,66 sek. Vindurin var 2,8 m/s ímóti.

Eftir 100 m var farið til spjótkasta, og vísti tað seg at hetta var størsta felt av kastarum á Tórsbreyt leingi, um nakrantíð. Heili 20 høvdu avgjørt at royna seg. Við 800 g spjotinum (Menn og D18-19) var tað Rógvi sum longu í fyrsta umfarið kastaði spjóti út á 56,23 m, ið er longur enn oyggjaleikakravið. Hansara næsta kast var eisini omanfyri. Eftir triðja kasti valdi Rógvi at steðga. Nummar tvey gjørdist Leif Mikkelsen (Bragdið), meðan Helgi Geyti (D18-19) kastaði 800 g spjótið triðlongst. Hansara longsta bleiv mált til 39,85 m.

Hjá kvinnunum vóru tað fýra, sum royndu seg við 600 g spjótinum. Longst kastaði Marita K. Petersen (G14-15). Hennara longsta bleiv mált til 27,35 m. Næst henni kom Bjørk R. Svabo (G16-17) við einum kasti uppá 20,46 m og so Elsa Berg (G16-17 / Bragdið) við einum kasti uppá 19,19 m.

Síðsta greinin var trýstøkk. Her var valgt at leypa undan vindunum í vónini um at vindurin fór at verða niðanfyri mest loyvda so at úrslit kundu góðkennast í mun til met og úttøku krøv, har markið er 2,0 m/s. Edna Maria vísti beinan vegin at hon var í form, tí longu í fyrsa lopi leyp hon 9,43 m, ið er 7 cm frá A-kravinum til talentbólkin, sum var málið. Næsta lopið var 6 cm longur, men í triðja leyp hon 9,67 m, ið er longur enn A-krav og verðandi føroyska met. Tiðanverri var vindurin 0,5 m/s omanfyri mest loyvda. Fimta lopi var 9,59 m, men øll hildu ondini inntil tey hoyrdu vindin. Tá tað vísti seg at vindurin var 1,9 m/s, og úrslitið harvið góðkent, var frøðin stór. Marita hevði eina kapping har atrenningin ikki vildi sita, hóast hetta, so leyp hon 9,07 m (9,02 við góðkendum vindi). Hjá dreingjunum leyp Tórur 10,21 m, meðan Jákup leyp 8,75 m og Dánjal (árg. 2000) leyp 7,96 m.

Øll úrslitini síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *