Øssur vann silvurmerkið í hæddarlopi

Fýra hvirlur kappast á Bermuda
15.07.2013
Heri broncu í diskuskasti
17.07.2013

Øssur vann silvurmerkið í hæddarlopi

Fyrsti kappingardagurin byrjaði kl 10.05 við hæddarlopi. Upphiting byrjaði tó góðan tima áðrenn. Hetta var á kunstgrasvølli beint við síðuna av frælsa-stadion. Longda upphitingin var fyri at tryggja at kroppurin og serliga beinini vóru klár at prestera so tíðliga á morgni. Bæði Øssur og Trygvi tyktust verða lættir á fótum, og lagi var gott.

Inni á stadion skein sólin og eitt sindur yvirraskandi so var onki telt ella parasol sett upp, soleiðis at íðkararnir kundu verða i skugga millum lopini. So kom paraplyirnar frá høvuðssponsorinum NatWest væl við.

Kappingin byrjaði á 1,65 m. Á hesi hæddini debuteraði Trygvi í Oyggjaleikahøpi. Hann kom lætt yvir og helt tí áfram til 1,70 m, ið var næsta hæddin. Her hevði Trygvi tvær góðar royndir, men hesaferð kom hann ikki uppum 1,70 m. Samanumtikið ein góðtikin debut hjá honum.

Á 1,80 m leyp Øssur sítt fyrsta lop. Hann kom lætt uppum. Tað sást tó, at hetta fór at verða ein áhugaverd kapping, tí enn vóru tveir, ið ikki høvdu lopið sitt fyrsta lop. Á 1,85 m komu teir síðstu leyparnir inn í kappingina. Tað vóru fýra mans, ein av Cayman Islands, tveir av Bermuda og Øssur, sum hildu áfram til 1,95 m. Øssur og teir av Bermuda lógu á deildum fyrsta plássi, meðan leyparin av Cayman, kom ikki uppum í fyrstu royndini, og lá tí at fjóra plássi.

1,98 m bleiv endastatiónin hja Cayman, og tí var heiðursmerkið tryggja. Nú var bert eftir at avgerða litin. Allir komu teir uppum í fyrstu royndini, so enn var javnt i dystinum um gullið.

So fór yvirliggjarin upp á 2,01 m, ið er 1 cm omanfyri føroyska metið, sum Øssur setti í 2012. Allir rivur teir í fyrstu royndini. Í aðru royndini kom annar av Bermuda uppum, meðan Øssur reiv. Øssur kom tó uppum í triðju royndini. Triðji maðurin kom ikki uppum. Eyka royndin, ið Øssur nýtti á 2,01 m gjørdi at hann lá á øðrum plássi. Kravið var tí at hann kom uppum minst eina hædd afturat um gullið skuldi tryggjast.

Yvirliggjarin fór so upp á 2,04 m. Her var Øssur óheppin í atrenningini til fyrsta lopið, við tað at pikarnir tóku beint áðrenn avsett. Hetta tyktist tó bara motivera Øssur enn meir, tí í næstu royndini var hann tendraður, sum ongantíð fyrr. Atrenningin sæt perfekt, og somuleiðis við avsettinum. Han leyp langt uppum stongina, men tíðanverri lá hæddarpunktið í flognum, eitt vet frammanfyri stongina, og kom hann tí niður á stongina. Myndir frá lopinum vísa at hann var minst 5 cm omanfyri stongina. Í triðja lopinum spenti hann ov nógv, og tí var lopið ikki eins gott. Hægsta lop hjá Øssur gjørdist sostatt 2,01 m. Leyparin av Bermuda kom heldur ikki uppum 2,04 m. Tí var tað tann eyka royndin á 2,01 m, ið var avgerðandi i dystinum um gullið.

Hóast munandi færri luttakarar enn í 2011, so hevði bronculopið hjá Øssur í 2011 ikki rokkið til heiðursmerkið hesaferð.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *