Øssur útum 14 m í trýstøkk á Stórmót 2012

Persónlig met, bólkamet og føroysk met fyrra dagin
28.01.2012
Venjing kl 18.15
30.01.2012

Øssur útum 14 m í trýstøkk á Stórmót 2012

Annar dagurin var uppá nógvar mátar líkur fyrra degnum, við fleiri føroyskum, bólka og persónligum metum umframt talentbólka krøv, oyggjaleikakrøv og heiðursmerkir.

Gentur 13 ár

Tinna og Rebekka høvdu einans 200 m á skránni í dag. Her var Tinna komin í besta riðil. Hetta útnyttaði hon til fulnar, tí hóast krøppu innandura svingini, so bøtti hon um persónliga meti hon setti á VU Spelen síðsta summar við 3/100 sek, so tað nú er 28,51 sek. Rebekka rann sín fyrsta 200 m, og kom á mál við tíðini 36,16 sek. Tíðin hjá Tinnu er betur enn kravtíðin til talentbólkin hjá FÍF.

Gentur 14 ár

Marita byrjaði við hæddarlopi. Ringt hevur verði at vant hesa grein í vetur vegna storm-skaðar á hæddarlopsmadrassuna á Tórsbreyt. Hetta steðgaði tó ikki Maritu, tí at hon leyp í fyrstu roynd uppum allar hæddir til og við 135 cm, ið var nýtt persónligt met. 140 cm kom hon eisini uppum, og tangeraði harvið føroyska uttandura metið, samstundis sum hon bøtt um innandura metið.

 Í 60 m forðarenning var Marita aftur til dystin fús. Her kom hon á mál við tíðini 10,85 sek, meðan hon á 200 m teininum kom á mál við tíðini 29,69 sek, ið er hennara næstbesta úrslit á hesum teininum. á 200 m teininum var Emilia Larsen við eisini, og rann hon 31,75 sek í hennara fyrstu roynd á hesum teininum.

Dreingir 14 ár

Tórur og Jákup byrjaðu dagin við at leypa hæddarlop. Her var byrjunarhæddin 125 cm, ið er 10 cm omanfyri pesónliga metið hjá Jákup. Tórur leyp lætt uppum, meðan Jákup reiv fyrstu og aðru ferð, men í triðju royndini gav hann tað eyka sum kravst, og sigldi lætt og elegant uppum stongina. Hetta gjørdist endastøðin hjá honum, men stak flott betran av hansara persónliga metið. Tórur helt áfram við at leypa, og endaði við at tangera sítt persónliga met við 140 cm.

Næst á skránni var 60 m forðarenning, ið Tórur ikki hevur roynt síðan Stórmót 2011. Her var tó nógv hent, tí hóast forðingarnar eru blivnar hægri, so rann hann teinin meir enn 2 sekund skjótari enn í 2011. Tíðin hjá honum var 10,84 sek.

Síðsta greinin hjá Tórur og Jákup var 200 m. Her rann Jákup sær enn eitt persónligt met við tíðini 32,12 sek, eins og Tórur eisini rann seg til eitt persónligt met við tíðini 27,82 sek.

Tann síðsti sum skuldi royna seg í hesum bólkinum var Ólavur, sum skuldi renna sín fyrsta 800 m. Hann var eitt sindur ivandi í byrjani, og valdi at leggja seg aftanfyri hinar. Her lá hann inntil 100 m vóru eftir, tá hanna valdi at seta spurtin inn. Hetta var vorði sum spurtur tí hann fór framvið tveimum og náddi næstan tann triðja eisini. Tíðin hjá honum var 2 min 34,01 sek.

 

Gentur 15 ár

Edna Maria byrjaði dagin við á at renna 60 m forðing. Hon hevði góða rútmu og kom á mál við tíðini 10,94 sek. Hon fór beint frá forðarenningini til trýstøkk. Har vísti hon hvussu nógv hon hevur tikið seg fram tí hon leyp næstan ein heilan metur longur enn hon gjørdi síðsta summar. Hennara longsta lop var 9.24 m, ið er nýtt innandura met hjá kvinnum. Í hæddarlopi, ið var síðsta grein hjá Ednu Mariu, leyp hon 130 cm. Tað er tangering av hennara persónliga meti.

Dreingir 16-17 ár

Eftir at hava stríðst við skaðar leingi er Tummas Napoleon nú við at koma í form, og hóast ser-venjing til langsprint ikki er á programminum, so var spennandi at síggja hvat tað kundi blíva til á 400 m teininum. Hann legði stabilt út, legði seg á triðja plássi, har hann lá til 100 m vóru eftir, so setti hann ferðina upp og tryggjaði sær eitt anna pláss við tíðini 58,83 sek, ið er persónligt met við umleið 3½ sekundi.

So skuldi Leiki á Mýrini og Hanus Jóhansson royna seg á 1500 m teininum. Hetta var teirra fyrsta kapping innan frælsu ítróttina, so teir vóru rættuliga spentir. Teir runnu stabilt og komu á mál við tíðunum 5 min 13,29 sek (Hanus) og 5 min 14,20 sek (Leiki).

Menn

Fyrsta kappingin hjá monnum var trýstøkk, har Øssur, Trygvi, Rúni og Helgi skuldu havt verði við. Trygvi hevði tó givið avboð vegna fiburskaðan hann fekk á 60 m fyrra dagin, meðan Rúni valdi at gevast tí hann kendi til í knæðinum. Øssur kendi til í vinstra fóti eftir 60 m fyrra dagin, men valgdi at hita upp fyri at kanna um hann kundi luttaka. Fóturin var so mikið væl fyri at avgjørt var at royna eitt lop. Fyrsta royndi var 13,48 m, ið var nýtt innandura met. Øssur vildi tó meir og í næstu royndini leyp hann heilar 14,05 m, ið er longri enn uttandura metið eisini. Her valdi Øssur at steðga. Tað vísti seg tó at verða nóg mikið til at vinna kappingina. Eisini var tað næstan ein metur longur enn oyggjaleika kravið. Helgi leyp 10,37 m.

Eftir trýstøkk skuldi Øssur royna seg í hæddarlopi, men har var tíðuligt at harða lop-programmið hjá honum á Stórmót og pínan í fótinum nervaði lopini. Hann leyp tó 19o cm, ið einans var 5 cm styttri enn vinnarin. Hetta var 10 cm hægri enn gamla føroyska innandura metið, og 5 cm omanfyri oyggjaleikakravið. Sostatt kláraði Øssur oyggjaleika kravið í trimum lopgreinum í Reykjavík hetta vikuskiftið.

Síðsti maður í eldin var Birgir, ið skuldi renna sín fyrsta 400 m. Tað sást tó ikki, tí hann legði væl út við sínum eyðkenda eleganta rennistíli. Móti endanum sást tó at hann ikki hevur vant leingi og slett ikki lang-sprint. Hann megnaði tó at koma á mál við góðu tíðini 56,91 sek.

Samanumtikið ein góð kapping fyri Hvirluna, har samlaða úrslitið gjørdist 55 persónlig met í 64 startum, fleiri bólkamet, 6 føroysk innandura met, 1 gull, 2 silvur og 2 broncu merkið umframt ein luttakari sum tryggjaði sær trýggjar billettir til oyggjaleikirnar á Rhodos.

Eftir kappingina var fari í Bláa Lóni at slappa av áðren farið var at fáa sær pizza og annars hugna sær í leika-landinum í Smáralindini. Ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar kl. 13.15 mánadagin.

Tað, sum var mest spennandi hesaferð, var at fara av stað við einum hópi, sum var nærum dupult so stórur, sum nakar hópur av íðkarum, ið hava verði uttanlanda við Hvirluni áður. Hetta bar tó til við góðum stuðlli frá NATA og grunninum “Nuuk, Reykjavík, Tórshavn”, umframt høvuðsstuðulin Tryggingarfelagið Føroyar.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

2 Comments

  1. Hallur says:

    Tillukku við teimum flottu úrslitunum! Eitt serligt tillukku fær Øssur – nú toppar tú danska innanduraranglistan 2012 við einum hálvum metri!!!

  2. Hallur says:

    …..og nr. 3 í Svøríki!!!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *