Øssur uppum 2 m í hæddarlopi

Komi og passi nýggja hvirlubúnan mikudagin 6. juni
04.06.2012
Føroyskt met, bólkamet og nýggir limir í talentbólkin.
10.06.2012

Øssur uppum 2 m í hæddarlopi

Í kuldanum og nógva vindunum á Tórsbreyt vóru umstøðurnar alt annað enn optimalar tá Øssur luttók í Hæddarlopi á Tórsbreyt í Grand Prix samanhangi. Málið hjá Øssur var, eins og hvørja ferð tá hann leypur, eitt føroyskt met. Metið undan kappingin setti Øssur sjálvur í finaluni á oyggjaleikunum á Isle of Wight. Tá rukku 1,95 m til eitt broncumerkið.

Øssur hevði lopið tekniskt væl til venjing, og tí var tað spennandi at síggja hvat tað rakk til. Øssur kom inn í kappingina tá yvirliggjarin var komin upp á 1,65 m. Her leyp hann uppum í fyrstu royndini, og sama gjørdi hann í 1,70 m. á 1,75 tørvaði honum tvær royndir. Her endaði royndin hjá einum skaddum Trygva Laksáfoss, ið endaði við at leypa 1,70 m við høgra beini. Øssur kom uppum 1,80 m og 1,86 m. í fyrstu roynd, meðan honum tørvaði tvær royndir á 1,90 m áðrenn yvirliggjarin var fluttur 1 cm uppum føroyska metið. Her kom Øssur uppum í fyrstu royndini og so var føroyska metið heima. Øssur helt tó áfram og yvirliggjarin bleiv fluttur upp á 2,00 m. Fyrsta royndin var nær við, men yvirliggjarin bleiv ikki liggjandi. Næsta royndin somuleiðis. So var bert ein roynd eftir, men her vísti Øssur, hvussu sterka psyku hann hevur, tí hann fleyg uppum, og setti annað føroyska metið á degnum. Spennandi verður at síggja, hvat tað kann blíva til, bæði restina av árinum og ikki minst á Bermuda.

Nærri frágreiðing frá hinum úrslitunum hjá Hvirluni í kappingini kemur seinni. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *