Øssur tvífaldur danmarksmeistari

75 heiðursmerkir og 91 persónlig met í 129 startum.
06.09.2012
Tilmelding til Vetrarfrælsar mánadagin 10. sept.
07.09.2012

Øssur tvífaldur danmarksmeistari

Fyrstu ferð Hvirlan var umboða í dystinum um danska meistaraheitið fyri ung, komu ungu íðkarnir heim við tveimum gullmerkjum, trimum bronsumerkjum, fimm bólkametum, einum nýggjum a-kravið til talentbólkin og einum nýggjum elitukravið. Samanlagt endaði Hvirlan á 20 plássi av 45 luttakandi feløgum á heiðursmerkjalistanum.

Sjey hvirlur royndu seg, umboðandi trý ymisk donsk feløg. Øssur Debes Eiriksfoss umboðaði Sparta úr Keypmannahavn, har hann er byrjaður at lesa. Hallur Simonsen og Hanus Bergsson umboða Vejle, har teir hava gingið á eftirskúla, meðan Tórur Mortensen, Tummas Napoleon Arge, Trygvi Laksáfoss og Helgi Geyti umboða danska vinarfelagið Aarhus 1900.

Tær sjey Hvirlurnar vóru allar í eldinum fyrra dagin á DMU, ið ferð fram á Hvidovre stadion. Dagurin byrjaði tó við einum góðum morgunmati á vallaraheiminum. So var farið til gongu á høvuðsbanagarðin, fyri at taka tokið til Hvidovre. So var gingið síðsta strekki til stadion. Á stadion var fyrsta uppgávan at fáa fatur á umboðum fyri Vejle, Aarhus 1900 og Sparta fyri at fáa fatur á kappingar-blusum og startnumrum.

Fyrstur í eldin var Hanus, sum skuldi royna seg við 700 g spjótinum. Hann var styrkismettur nummar trý, men í seinastuni hevur tað ikki gingið heilt eftir vild til venjing. Hanus byrjaði við at kasta beint undir 50 m, næsta kasti var styttri. Hetta er væl styttri enn ætlað. Í triðja kasti gekk eitt sindur betur, tí tá lendi spjótið á 52,67 m. Tá gjørt var upp til finaluna var Hanus á triðja plássi. Næstu tvey kastini miseydnaðust, men í síðsta kasti vísti Hanus kappingarpsyku, tí tá kastaði hann spjótið út á 54,33 m. Hann staðfesti harvið bronsuna.

Hanus skuldi í eldin beinan vegin aftur. Nú var kúlustoyt á skránni. Her skuldi Hallur eisini kastað. Fyri báðar er hetta ein sekunder grein, og sást tað. Hanus var troyttur eftir góðu kastini við spjótinum, meðan Hallur nýtti tað til kappinga-venjing. Báðir kastaðu væl undir teirra besta. Longsta hjá Hanus var 11,34 m, meðan tað longsta hjá Hallur var 10,79 m.

Næstur í eldin var Helgi, ið skuldi kasta 800 g spjótið. Spjót er annar prioritetur hjá Helga. Hann byrjaði róliga, næsta kasti miseydnaðist, og so skuldi okkurt henda og tað gjørdi tað. Helgi kastaði 42,70 m. Tað rakk til eitt pláss millum teir átta, sum hildu áfram við trimum kastum afturat. Í fjóra kasti fekk Helgi teknikkin at rigga betur, og lendi spjótið úti á 44,77 m, ið er persónligt og bólkamet. Hann tók seg við kastinum eitt pláss fram á sjeynda pláss. Fimta og sætta kast vóru bæði teknisk miseydnaði, men nú var Helgi blivin heitur, og lendi tey bæði røttu megin 40 m strikuna.

Fyrstu leyparnir í eldin vóru Øssur og Trygvi, sum lupu trýstøkk samstundis hóast teir vóru í hvør sínum bólki. Trygvi leyp móti teimum 18-19 ára gomlu og Øssur móti teimum 20-22 ára gomlu. Trygvi var styrkismettur at enda 1½ m aftanfyri nummar trý, men hetta nervaði hann ikki, tí longu í fyrsta lopið leyp hann á fyrsta sinni 12,00 m, og í øðrum umfarið kom hann heilt út á 12,63 m, og legði hann seg sostatt á triðja pláss í kappingini. Í triðja lopi kendi Trygvi til gamlan skaða og valdi hann tí ikki eg gera lopið liðugt umframt at hann lat verða við at leypa síðstu trý lopini. Hetta nýtti maðurin á fjóra plássi til at smoyggja sær framvið Trygva við 5 cm, sum harvið endaði á fjóra plássi, 5 cm frá bronsuni. Úrslitið er lítlan metur longri enn gamla bólkametið, umframt longri enn a-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Øssur var styrkismettur, sum nummar eitt. Hetta livdi hann lættliga upp til, tí longu í fyrsta umfarið avgjørdi hann kappingina. Hann økti tó í øðrum og í triðja kom hann enn longur. Tá leyp hann 13,88 m, ið er einans 6 cm frá føroyska metinum Øssur setti í Svøríki í summar.  Øssur gjørdist harvið fyrsti danmarksmeistari úr Hvirluni, heilar 1,2 metrar frammanfyri nummar tvey.

So var 100 m renning á skránni. Fyrst var tað Tórur, sum  royndi seg. Hann rann teinin uppá 13,60 sek, ið er næstbesta tíð hjá honum. Tummas Napoleon var næstur, og fekk hann ein stak góðan start. Tíðanverri spenti han ov nógv og harvið bleiv tíðin ikki tað hon kundi verið blivin. Tíðin hjá honum gjørdist 12,17 sek, ið einans er 0,05 sek frá hansara persónliga metið. Trygvi valdi at geva avboð vegna trupulleikan við lærinum.

Síðsta kapping fyrra dagin var, tá Tórur skuldi royna seg í trýstøkk. Her var Tórur styrkismettur nummar átta. Hann vildi tó meir, tí longu í fyrsta lopið leyp hann 11,26 m, ið er 88 cm longur enn hann hevur lopið áður. Tíðanverri var tað 0,1 m/s ov nógv av undanvindi. Næsta lopið var eisini omanfyri 11 m, men aftur var vindurin ov nógvur. Í triðja lopið leyp hann 10,79 m, og hóast lopið var styttri, so var smílið størri, tí nú var vindurin góðkendur soleiðis, at hann endiliga var komin útum a-kravið til talentbólkin. Enn restaði tó ein cm í bólkametinum. Tað tók hann so í fjóra umfarið tá hann leyp 10,92 m. Síðstu tvey lopini vóru eisini longri enn gamla persónlig metið hjá honum. Tórur endaði á einum flottum fjóra plássi.

Tað vóru kastarnir, sum byrjaðu annan dagin. Fyrst skuldi Hallur royna seg í diskuskasti. Her var Hallur styrkismettur nummar seks. Fyrsta kasti hjá Halli var langt, men tíðanverri yvirtrakk. Hallur valdi so at kasta trygt í øðrum umfarið, men 1,5 kg tungi diskurin lendi á 27 m og var tað ikki nóg mikið til at tryggja víðari luttøku, og tí var kravið undan triðja umfarinum at diskurin lendu røttu megin 32,70 m. Hallur kastaði 33,91 m og tryggjað sær harvið trý kast afturat í kappingini. Fjóra umfarð miseydnaðist, men í fimta kastaði Hallur 37,50 m, og legði hann seg sostatt á sætta pláss. Í síðsta satsaði Hallur, og eydnaðist kasti ikki tekniskt, men Hallur fekk tó góða ferð á, og tá mált varð, vísti tað seg at diskurin var lendur á 40,40 m, ið er longri enn gamla bólkametið. Harumframt var tað nóg mikið til at Hallur nú lá á triðja plássi, og vann harvið Hvirluni triðja heiðursmerkið á DMU.

Helgi fór inn í ringin at kasta 1,75 kg tunga diskin. Helgi var styrkismettur nummar fýra. Hann legði seg á fjóra longu í fyrsta umfari við 32,44 m. Hann økti í øðrum til 34,54 m. Helgi setti síðan meir ferð á, men tíðanverri var armurin eitt vet ov lágur í síðsta parti av kastinum, og tí fór diskurin ikki út har hann kundi fari. Helgi endaði sostatt á fjóra plássi.

Øssur og Trygvi lupu hæddarlop samstundis, sum Helgi kastaði diskus. Hetta var kapping, har hvørgin verðuliga fekk tingini at hanga saman. Trygvi leyp 1,65 m, ið er nakað lægri enn teir 1,79 hann leyp fyri viku síðan, meðan Øssur leyp 1,84 m. Øssur vann tó sítt næsta danmarksmeistaraheiti við hesi hæddini.

Tórur royndi seg so í longdarlopi. Tórur leyp í fyrsta umfarið 4,94 m, ið er nýtt persónligt met og eisini ein tangering av verandi bólkameti. Tórur royndi sítt ýtarsta, men hóast góðar royndir, so var fyrsta lopið tað longsta hesaferð.

Tummas Napoleon royndi seg á 200 m teininum samstundis, sum Tórur leyp longdarlop. Tummas Napoleon byrjaði agressivt, men hesaferð megnaði hann betur at halda tempo, og kom hann á mál við tíðini 24,86 sek. Tummas Napoleon hevur stabilisera seg niðanfyri 25 sek á 200 m. Rættuliga flott tá hugsað verður um, at persónliga metið tá hetta kappingarárið byrjaði var 27,16 sek.

Síðsta kapping hesaferð var tá Trygvi og Øssur skuldu royna seg í longdarlopi. Trygvi føldi til skaðan i lærinum og var tí varin, og annars sást á báðum at teir høvdu lopið nógv intenstiv lop i vikuskiftinum. Trygvi leyp 5,86 m í fyrsta lopi, men so gjørdi hann yvirtrakk næstu trý lopini. Hann vildi tó hava eitt met við heim og vísti í síðsta umfarið at hann hevur rætta kappingar-mentalitetin. Tí hann leyp 6,02 m, og bøtti sostatt um bólkametið og kláraði elitukravið í longdarlop. Longdarlop er einans triðji priorietur hjá Øssur, um ikki fjóri tá 100 m renning er tikin við. Hann hevur tó neyðugu lopstyrkina. Hann leyp 6,26 m í fyrsta lopi. Hann royndi síðan at leingja men eins og hjá Trygva so var tað í síðsta lopið at longsta lopi kom. Tá leyp hann 6,33 m, ið rakk til eitt broncumerkið. Tað triðja heiðsurmerkið hjá Øssuri og tað fimta hjá Hvirluni.

Samanumtikið ein, fyri Hvirlunar, stak væleydna kapping, og er ongin ivi um at Hvirlan aftur verður umboða í kappingini um danska meistaraheitið fyri ung.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *