Øssur legði seg millum Morgan tvíburðarnar

Rógvi broncu í spjótkasti
19.07.2013
Jatnatøk 2013
21.07.2013

Øssur legði seg millum Morgan tvíburðarnar

Fríggjadagurin var síðsti dagurin har kappast var í frælsum. Ein hvirlan var i feltinum, sum kappaðist. Tað var Øssur, sum hesaferð royndi seg í trýstøkk. Ein kundi verið freistaður at sagt, at úrslitið var sum vant, tí aftur hesaferð fór Øssur heim við einum heiðursmerkið.

Undan kappingini vóru forvantingarnir ikki eins høgir, sum undan hæddarlopið. Orsøkin var at Øssur hevði kappast i fimleikið tveir dagar og frælsum ein dag, umframt venjing. Alt hevði lop-elementir í sær, og tí vóru beinini uttan iva móð. Tekniska venjingin hevði tó gingið væl, og tí kundi tað blíva langt, um beinini hildu.

Upphitingin gekk eftir vild, og tá leyparnir blivu presenteraðir, so vóru Morgan tvíburðarnir av Cayman við. Teir gjørdust nummar eitt og tvey í longdarlopi, og vóru stórfavorittar til at endurtaka bragdið í trýstøkk. Eisini var maðurin, ið gjørdist nummar trý í hæddarlopið og so ein fimleikarið, sum Øssur hevði kappast ímóti í øllum fimleikakappingunum. Fimleikara kunna leypa, og í fimleiki eru Øssur og hin fimleikarin tættir, og tí kundi hugsast at tætt varð. Støði hjá unga manninum av Bermuda var ikki kent. Tað var tó ikki óhugsandi at Øssur, fimleikarin og leyparin av Bermuda fóru at verða tættir i dystinum um broncumerkið.

Kappingin byrjaði við at fimleikarin leyp. Hann hevði, eins og Øssur, góða lopstyrki, men manglaði trýstøkk teknikk, og leyp einans góðar 12 m. Síðan leyp annar av Morgan tvíburðunum 15,37 m og legði seg á eitt trygt fyrsta pláss. Hin tvíburðurin gjørdi yvirtrakk. So leyp Bermuda, men fyrsta lopið bleiv ov langt, og misti hann tí næsta avsetti. Tað bleiv tó mált til 13,89 m. Eitt annaðpláss. So var tað Øssur, hann hevði eina solida byrjan við einum lopið uppá 13,64 m, ið rakk til eitt triðja pláss eftir fyrsta umfarð.

Í øðrum umfarið leyp fimleikarin 12½ m, men har var tíðuligt at teknikkurin ikki var har, og tí kom lopstyrkin ikki til sin rætt. Aftari Morgan tvíburðurin legði seg á annað pláss við einum lopið uppá 13,93 m. Bermuda svaraði aftur við 14,06 m, og tók sostatt triðjapláss aftur. So var tað Øssur. Hann leyp sítt uttan iva, tekniskt besta lop nakrantíð. Hann fekk gott avsett, og leyp frameftir, fekk fótin skjótt fyri seg og bar sostatt ferðina væl við sær, tí bleiv annað lopið eins langt og tað fyrsta. Í triðja lopinum fekk hann góða hædd og og optimeraði sostatt longdina. Lopið bleiv mált ti 14,34 m, og harvið 29 cm longri enn føroyska metið. Eisini var tað eitt annaðpláss.

Øssur valdi at leypa um i triðja umfarði, og tí var bara eftir, at bíða meðan hini lupu. Fimleikarin økti nakrar cm, men so var tað aftari tvíburðurin. Her bíðaði mann eftir at hann fór at vísa hvat hann kundi. Hann økti, men “bara” til 14,10 m, ið rakk til eitt broncupláss, aftanfyri Øssur. Bermuda økti eisini, men til 13,99 m og sostatt var støðan eftir trý umførð, at Øssur lá á øðrumplássi, millum Morgan tvíburðarnar.

Í fjórða umfarið hendi ongin broyting, eins og i fimta, har onki hendi. So var bara eitt umfarð eftir. Fimleikarin hevði valt at steðga. So vóru bara tveir mans, sum kundu forða Øssuri í at ogna sær silvurmerkið. Fyrsta, og uttan iva farligasta álopið kom frá Morgan. Eins og undanfarnu lopini, so var ov nógv orka løgd í fyrsta lopið, og tí bleiv annað lopið alt ov stutt. Tí megnaði hann ikki at økja. So var tað Bermuda, men her var støðan tann saman. Eitt langt og høgt fyrsta lop, oyðilegði hansara møguleikar. Hann megnaði ikki at hótta Øssur, sum sostatt hevði tryggja sær sítt næsta silvurmerkið í frælsum á Bermuda.

Tað var nokk ongin, sum hevði vanta at hann fór at skilja Morgan tvíburðarnar, men hesaferð var tað teknikkurin, sum vann á ferðini og lop-styrkini.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *