Øssur langt undir føroyska meti á 110 m forðarenning.

Rigmor vann Top Run
28.08.2011
Tilmelding til vetrarfrælsar
05.09.2011

Øssur langt undir føroyska meti á 110 m forðarenning.

Øssur Debes Eiriksfoss luttók á 110 m forðarenning í samband við síðsta umfarð av Grand Prix fyri børn og ung var á Tórsbreyt leygardagin 3. sept. Hetta er fyrstu ferð Øssur skuldi royna seg á hesum teininum. Venjingin hevur tó víst at teknikkurin var á góðari leið. Málið var føroyska metið, ið Regin Reinert eigur. Tað var 19,2 sek. Ein annar, sum skuldi renna, var Trygvi Laksáfoss, sum tó rann í bólkinum D16-17. Tí vóru forðingarnar hjá honum 91,4 cm høgar, meðan tær hjá Øssuri vóru 106,7 cm.

Tá startskotið fór var Trygvi tann fyrri úr blokkinum og fekk góða passagu uppum fyrstu forðing, meðan tað ikki heilt riggaði hjá Øssuri. Hann var tí ½ m aftanfyri longu á fyrstu forðing. Restina av túrinum royndi Øssur at fanga Trygva, sum rann stak væl. Øssur var tó í so lágur millum forðingarna og ov høgur um forðingarnar. Á málinum var hann enn eitt vent aftanfyri Trygva. Spenningur var tó um tíðina. Gleðin var stór tá el-tíðin segði 16,88 til Trygva. Tað er góð 2 sek skjótari enn hann rann í 2010. Tíðin hjá Øssur var 17,11 sek, og sostatt meir enn tvey sekund skjótari enn føroyska metið. Tíðanverri so vóru trupulleikar við eltíðini, so neyðugt var at starta manuelt. Hetta ger at góða úrslitið hjá Øssur ikki verður registrera sum nýtt føroyskt met. Tó er ongin ivi um, at Øssur rann teinin við 106,7 cm høgu forðingunum væl skjótari enn nakar hevur gjørt áður.

Fleiri myndir, meir fulfíggja frágreiðing og úrslit frá kappingini koma seinni.

 

3 Comments

  1. Kjartan says:

    Regin Reinert eigur føroyska metið sambært renn.fo

  2. hziska says:

    Takk fyri. Tað er rætta

  3. steffen says:

    well done…
    old electr. record was Christiansens 20.08 from 1992!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *