Tvær opnar kappingar komandi vikuna

Nógvir nýggir barnavenjarar
31.03.2012
Góð úrslit í fyrstu opnu kappingini í 2012
05.04.2012

Tvær opnar kappingar komandi vikuna

Tvær opnar kappingar verða um Páskirnar á Tórsbreyt. Tann fyrra verður kl. 14.00 Skírshósdag. Tá er kúlustoyt og hæddarlop á skránni. Onnur kappingin verður leygardagin 7. apríl kl. 13.00. Tá er spjótkast og longdarlop á skránni. Kappingarnar eru opnar fyri gentur/dreingur/menn/kvinnur fødd 2002 ella fyrr.

Báðar kappingarnar byrja stundisliga. Tilmelding er á staðnum undan kappingunum. Kostnaður fyri luttøku er 50,- fyri hvønn luttakara.

Greinarnar:

  • Kúlustoyt: Her verður 3 Kg kúlan nýtt í bólkinum G16-17 eftir nýggju reglunum hjá IAAF, annars eru vektirnar tær vanligu.
  • Hæddarlop: byrjunarhæddin 1.00 m.
  • Spjótkast: øll nýta spjót, D/G10-11 nýta 400 g spjót
  • Longdarlop: árg. 2002-1999 nýta zonu-avset, meðan árg. 1998 nýta planka. Vindmátari verður nýttur.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *