Opnar kappingar á Tórsbreyt – Úrslit

Barna- og ungdómsvenjing í Hvirluni
27.04.2016
FM í ½ marathon 2016
18.05.2016

Opnar kappingar á Tórsbreyt – Úrslit

Mikudag, hósdag og fríggjadag í farnu viku vóru opnar kappingar á Tórsbreyt. Kappast var m.a. í 100 og 200 m renning, longdarlopi, kúlustoyti og spjótkasti.

Á 100 m var Børka Berg Jørgensen (G12-13) einsamøll Hvirla. Hon vísti at hon støðugt mennir seg, tí í nógva mótvindinum skar hon ikki minni enn smá tvey sekund av sínum persónliga metið á teininum, soleiis at metið nú er 15,27 sek.

100m

Á 200 m royndi Bárður Jóhanson (D14-15) seg. Hann hevur í seinastuni einamest vant spjótkasts, men fjølbroytta venjingin er við til at tryggja framgongd innan sprint eisini, tí han skar næstan eitt sekd av sínum persónliga metið, so tað nú er 26,47 sek.

200m

Tinna Berg Jørgensen (G16-17) royndi seg í longdarlopi. Hon er í gongd við at justera teknikkin, og tí var fokus hesaferð at fáa kensluna av nýggja teknikkinum. Hetta eydnaðist heilt væl, tí hon bar ferðina væl við sær út í lopið. Enn manglar tó hædd. Longdin gjørdist 4,34 m.

longd

Í Kúlustoyti var luttøkan hjá Hvirluni stór. Í bólkinum G12-13 royndi Børka seg við 2 kg kúluni. Her kom hon, stutt eftir at hon rann 100 m, út á 7,19 m. G14-15 royndu Lydia Simonsen, Helena Svabo Ziska og Lý Høgnadóttir Mohr seg. Tað sær út til at genturnar hava vant væl, tí tær bøttu allar um síni met við 3 kg tungu kúluni. Lydia til heili 8,27 m, Lý til 6,39 m og Helena til 6,09 m. Hjá dreingjunum var tað Dánjal Dahl Ljósheim (D16-17) sum royndi seg við 5 kg tungu kúluni. Eisini hann ognaði sær eitt flott persónligt met, sum ljóðar uppá 8,24 m.

kula

Í spjótkast vóru heilar seks hvirlur við. Í bólkinum G14-15 royndu Sunniva Bogadóttir, Helena og Lydia seg við 500 g tunga spjótinum. Lydia bøtti um sítt persónliga met til 19,65 m, meðan Sunniva kastaði 15,22 m og Helena 13,94 m. Eins og hjá gentunum vóru tað trýggir dreingir, sum royndu seg. Allir fóru teir heim við persónligum metum. Bárður kastaði 600 g tunga spjótið út á 28,18 m, meðan Tóki Bak Sørensen kastaði 700 g tunga spjótið út á 23,33 m og Dánjal kastaði sama spjót út á 25,42 m.

spjot

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *