Opin kapping á Tórsbreyt leygardagin

Frælsar í kava
07.03.2010
Góð úrslit í góðveðrinum
13.03.2010

Opin kapping á Tórsbreyt leygardagin

Hvirlan skipar fyri opnari kapping leygardagin 13. mars kl. 10.00, har íðkarar kunna royna at betra um síni met ella bert fáa staðfest hvat støðið er. Kappast verður í spjótkast, diskuskast og trýstøkk. Byrja verður kl. 10.00 við spjótkast, síðan verður diskuskast og at enda verður trýstøkk. Spjótkast og trýstøkk er opi fyri tey, sum eru fødd í 1998 ella seinni, meðan diskoskast er opi fyri tey sum eru fødd í 1996 ella seinni.

Tilmelding ferð fram á hvirlan(at)hvirlan.fo. Seinasta freist er fríggjakvøldið kl. 22.00. Luttøkugjaldið er 50 kr sum kann flytast á konto 9181-166.834.1 í Eik banka ella gjaldast kontant á staðnum. Limir í Hvirluni gjalda onki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *