Ólavur vann vetrarkapping fyri unglingar

Góð úrslit í opnari kapping á Tórsbreyt 24. mars
27.03.2011
Tvær Hvirlur tryggja sær pláss í talentbólkinum
27.03.2011

Ólavur vann vetrarkapping fyri unglingar

Allan veturin hava feðgarnir Ólavur og John umboða Hvirluna í vetrarkappingini, og hetta hevur verði stak góð umboðan tí báði hava teir ligi frammi í oddinum í sínum bólkum. Leygardagin var so seinasta umfarð, og undan kappingini var spenningurin stórur í veteranbólkinum, har John lá á fjóra plássi, meðan Ólavur longu hevði tryggja sær sigurin í unglingabólkinum.

Í unglingabólkinum sást ikki at Ólavur longu hevði tryggja sær sigurin. Hann rann, eins og vanligt, tað hann megnaði og gjøgnumførdi teir 10 km við tíðini 39 min og 50 sek og fekk gullmerkið fyri tað.

Hjá veteranunum gjørdi John sítt besta til at náða einum samlaðum triðjaplássi, og koma hann eisini á mál frammanfyri Heina Gregersen (Treysti), ið lá sum nummar trý samanlagt. Tíðanverri var ongin annar millum teir báðar, og tí endaði John á einum samlaðum fjóra plássi við 136 stigum, móti teimum 138 hjá Heina. John nýtti 38 min og 1 sek um teir 10 km.  

Øll úrslitini síggjas her og endaliga støðan her. Myndirnar eru úr í myndasavinum hjá Treysti, har fleiri myndir eru at finna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *