Ólavur vann fyrsta umfarð

Kunningar- og ráðleggingarkvøld
07.11.2010
BROYTING í venjing mikudagin
21.11.2010

Ólavur vann fyrsta umfarð

Runt agnið var fyrsta umfarð av ársins útgávu av vetrarkappingini, og har var Hvirlan umboðað av feðgunum Ólavur (til vinstur á myndini) og John Egholm (til høgru á myndini) og Dávid Johannesen. Ólavur og Dávid luttóku í bólkinum mannsunglingar, meðan John luttók í bólkinum veteranar. Allir vóru eisini við í opna bólkinum.

Í bólkinum mannsunglingar kom Ólavur á mál góðar tveir minuttir áðrenn nummar tvey, meðan Dávid kom á mál á triðjaplássi. Í veteran bólkinum gjørdist John  nummar fýra í harðari kapping við Andras Joensen. Ikki kann sigast annað enn at Hvirlan var væl umboðað í fyrsta umfarið av vetrarkappingini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *