Ólavur gjørdi bart á Sornfelli!

Børnini og tey ungu vísa vegin!
26.08.2010
Opin kapping leygardagin
01.09.2010

Ólavur gjørdi bart á Sornfelli!

Tá Mjørkedals Idræts Forening skipaði fyri tí árligu MIF Top Run kappingini, vóru tað tveir, ið luttóku fyri Hvirluna, sum stóðu á startinum og bíðaðu eftir at skotið fór. Tað vóru Feðgarnir John og Ólavur Egholm, sum hava verði at sæð til nógvar rennikappingar í summar, og ofta hevður verði tætt teirra millum. Myndin er frá Ólavsøkurenningini.

MIF Top Run er ein kapping har runnið verður frá Effo støðini í Kollfjarðadalið niðan eftir oyggjarvegnum og so niðan til Sornfellið. Teinurin er 9,8 km, men tað, sum ger hesa kappingina til nakað serligt, er at stórt sæð allur túrurin er ein lang mótbrekka. Hæddarmunurin millum start og mál eru heilar 605 m. Hetta er eisini orsøkin til at Top Run, av nógvum verður mett at verða harðasta rennikapping her heima.

John og Ólavur plaga at verða tættir, og so var eisini í byrjani og nakað niðan, men hesaferð var Ólavur tann sterkari og fór so við og við longur frá John. So væl var runnið av tí einans 18 ára gamla Ólavi at hann vann bólkin 39 ár og yngri, og gjørdist nummar trý samanlagt aftanfyri teir erfarnu rennarnar Sam Vang og Regin Zachariassen. John kom á mál á einum flottum fjóraplássi í bólkinum 40 ár og eldri.

Tíðin hjá Ólavi var 48 min og 38 sek, meðan John kom á mál í tíðini 50 min og 5 sek.

Meir kunning um rutuna sæst her. Øll úrslitini og myndir síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *