Ólavur aftur fremstur!

Kapping sunnudagin
08.12.2010
Elias í stórformið á Tórsbreyt
12.12.2010

Ólavur aftur fremstur!

Annað umfar av vetrarkappingini var í Tórshavn leygardagin (11/12), og har var Hvirlan aftur umboðað av Ólavur og David í bólkinum mansunglingar og John Egholm hjá veteranunum. Allir luttóku eisini í opnum bólki. Hjá mansunglingunum tryggjaði Ólavur (í hvítari blus á myndini) enn eina ferð eitt fyrstapláss til Hvirluna, tá hann eftir at hava gjøgnumført teir 10,6 km kom á mál við tíðini 44 min og 53 sek. Tað var næstan eitt minut skjótari enn nummar tvey. David kom á mál við tíðini 53 min og 50 sek. Hjá veteranunum gjørdist John Egholm aftur nummar fýra. Hann nýtti 43 min og 12 sek um teir 10,6 km. Í opnum bólki gjørdust Hvirlurnar nummar 10 (John), 14 (Ólavur) og 34 (David).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *