Hvirlan á ólavsøku
27.07.2014
Ólavsøku skrúðgongan
29.07.2014

Ólavsøkurenningin

Tað er ein støðugur vøkstur av hvirlu-luttakarum í stevnurenningunum.

Hjá kvinnunum royndu Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Birna Mohr Joensen og Vár Arge Seloy seg. Rigmor er vanliga best á longri teinum, men luttók hóast teinurin “bara” var 5 km. Hon hevði ein av sínum minni góðu døgum og endaði á einum fimta plássi við tíðini 21 min 6 sek. Hon tryggjaði sær samlaða sigurin í summar Grand Prix renning. Birna gjørdist nummar 10 við tiðini 23 min og 23 sek og Vár, sum rann sína fyrstu kapping, debuteraði flott við at gerast nummar 24 við tíðini 27 min og 27 sek.

rigmor

Tá tey vaksnu vóru liðug at renna sluppu børnini framat. Fyrst vóru tað yngstu genturnar (føddar í 2007 ella seinni). Her royndi 4 ára gamla Sigrið Hansdóttir seg. Hon megnaði at renna allan teinin, sum er stak flott fyri so unga gentu.

sigrid

Hjá dreingjunum royndu sjey ára gamli Tór Arge seg. Hann kempaði eisini væl í síni fyrstu ólavssøkurenning.

tor

Hjá 12-13 ára gomlu dreingjunum royndu Elias Thorsteinsson seg. Elias, sum annars plagar at fáa best úrslit í lop vísti at hann eisini dugur at renna longri teinarnar.

elias

Síðsta hvirlan, sum royndi seg var Rebecka Monja Jørgensen, sum kappaðist í bólkinum 15-17 ár. Her ognaði hon sær eitt broncumerkið.

rebecka

Tíðirnar hjá børnunum eru ikki tøkar enn. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *