Ólavsøku skrúðgongan

Ólavsøkurenningin
29.07.2014
Rúni skjótasti maður í Føroyum í 2014
03.08.2014

Ólavsøku skrúðgongan

Tað eru bara góð sjey ár síðan Hvirlan bleiv stovna, og sjeynda árið á rað luttók Hvirlan í ólavssøkuskrúðgonguni. Aftur í ár var umleið ein triðingur av limunum við í skrúðgonguni, og ein góð fatan av hvussu breitt felagið fevnir fekst við at hyggja at teimum sum gingu. Har vóru bæði úrvælsíðkarar og motiónsíðkarar innan nærum allar frælsagreinar á breyt umframt renning á longru teinunum. Millum tey, sum gingu var eisini 4 ára gamal íðkari, ið luttók í ólavssøkurenningingini, umframt vinnarin av Grandprix renning hjá kvinnum.

hanus

Flagberi var Hanus Bergsson. Hanus er ungur spjótkastari, sum vegna nakrar óhepnar skaðar í 2013, misti at kalla alt árið. Skaðin gjørdi at vónin um at klára úttøkukravið til Junior HM í 2014 brast. Hann er tó komin sterkt aftur, og hevur sett tvey føroysk met, og er við at nærkast einum plássi á danska landsliðnum í spjótkasti, og tá skal líka nevnast, at tað er bert ein spjótkastari á liðnum.

Fleiri myndir frá setanini eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *