Oilwind ársins frælsavirkið!

Tilmelding til Vetrarfrælsar mánadagin 10. sept.
07.09.2012
Hvirlur kempaðu í hvirlunum
16.09.2012

Oilwind ársins frælsavirkið!

Fjóra árið á rað skipaði Hvirlan fyri Virkisleikum, har virkir dystast um at gerast “Ársins Fræslavirkið”. Seks lið, umboðandi seks ymisk virkir luttóku hesaferð. Millum tey startandi var Eik, sum hevur vunnið øll undanfarin árini, umframt nummar tvey og trý í 2011; Føroya Tele og “Team Psyko”.

Fyrsta greinin var 100 m renning. Her vóru fýra kvinnur og tveir mans á startlinjuni. Páll Ólavsson (Oilwind), var skjótastur á mál, við Liljan Djurhuus (Eik) nakað aftanfyri, so var glopp aftur til Ragnhild Mørk (Medicinsk B6), ið lá í tættari kapping við hini trý liðini. Tað eru tó stigini sum telja, og tá uppgjørt var, so fekk Liljan 545 stig til Eik, Ragnhild 400 stig til Medisinsk B6, meðan fyrsta plássi hjá Páll’sa fyrsta pláss rakk til 390 stig og eitt triðja pláss.

Eftir 100 m renningina fóru báðar tær teknisku greinarnar í gongd. Í spjótkasti setti Helgi Geyti (Oilwind) trumf á í fyrsta kasti, tí spjótið lendi á 40,43 m. Næstur honum var Brandur Sjúrðarsson (Eik) við 25,65 m, meðan Einar Vang (Føroya Tele) kastaði 22,72 m á triðja plássi. Helgi fekk eisini flest stig (535), meðan Beinta Danielsen frá team Psyko fekk 333 stig fyri eitt kast uppá 19,79 m, meðan Brandur fekk 331 stig fyri sítt úrslit.

Longdarlop er grein har tað ofta eru nógv stig at heinta, og so var eisini hesaferð. Longsta lopið átti Jón Joensen (Oilwind). Hann leyp 5,29 m. Næstur honum var Dánjal Olsen frá Føroya Tele, ið leyp 5,15 m, meðan Randi S. Wardum leyp 3,46 m á triðja plássi. Hesaferð var raðfylgjan tann sama, tá stigini blivu roknað. Jón fekk 567 stig, Dánjal 539 stig og Randi fekk 454 stig.

Síðsta greinin var mílin. Tað er 9 m longur enn fýra heilar umgangir á Tórsbreyt. Her legði Johnny í Grótinum (Bank Nordik) harðast út, men skjótt fór Jens Rasmussen (Oilwind) framvið. Leiðsluna helt hann allan vegin, og kom hann á mál við tíðini 5 min 15,65 sek, móti 5 min 28,79 sek. Nummar trý gjørdist Johnny í Grótinum (BankNordik) við tíðini 6 min og 0,61 sek. Stigini broyttu tó støðuna tíðandi, tí Rigmor Napoleonsdóttir Arge (Team Psyko) fekk 503 stig, meðan Birna Mohr Joensen (Medisinsk B6) fekk 370 stig. Á triðja plássi koma Jens Rasmussen so við 346 stigum.

Tá samlaða stigatalið var uppgjørt, vísti tað seg, at sigursrøðin hjá Eik varð steðga. Oilwind hevði tryggja sær ein tryggan sigur við 1838 stigum, móti 1590 stigum til Eik á øðrum plássi. Nummar trý gjørdist eins og í 2011 Team Psyko. Hesaferð við 1444 stigum. Nevnast kann at Oilwind setti Virkisleikamet við stigatalinum. Gamla metið, ið var 1669 stig, setti Eik í 2009.

Flest stig á degnum fingu

  1. Jón Joensen (Oilwind), 567 stig í longdarlopi
  2. Liljan Djurhuus (Eik), 545 stig í 100 m renning
  3. Dánjal Olsen (Føroya Tele), 539 stig í longdarlopi
  4. Helgi Geyti (Oilwind), 535 stig í spjótkasti
  5. Rigmor Napoleonsdóttir Arge, 503 stig á mílini

Meðan bíða var eftir at stigini blivu roknað út áðrenn mílina, og meðan endaliga støðan var gjørd upp, gekk prátið lívliga yvir ein kaffimunn við heimabakaðum smákøkum afturvið.

Øll úrslit síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavinum. Tórvør Ø. Vang tók eisini myndir, tær eru at finna her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *