O-renning á Nólsoynni ein góð uppliving

FAR-O: Úrslit dagur 1 – sprint
12.07.2012
Kvinna úr Grønlandi og maður úr USA vunnu NATLOC 2012
15.07.2012

O-renning á Nólsoynni ein góð uppliving

Fyri flestu luttakarnar var tað forkunnugt at fara við skipi til startin, men tað sluppu tey at royna nú onnur kappingin av FAR-O var í dag. Hesaferð skuldi “langi” teinurin rennast. Langt merkti hesaferð 6,5 km fyri tey vandu. Vanliga er tað nærri 10 km, men av tí at tað skuldi rennast so nógv brekka, var teinurin styttur. Fyriskiparnir høvdu fingið loyvi at nýta kunningarstovuna sum skrivstovu. Hetta kom væl við, og var hølið væl egna og stak hugnaligt.

Eftir registrering var gingið til vatnbrunnin sunnanfyri bygdina, har starturin var. Børnini runnu beint norð móti bygdini, har tey skuldu finnað nakrar postar á vegnum umframt nakrar í bygdini, áðren tey runnu á mál undir “portrinum” á havinini. Tey vaksnu skuldu fyrst finna nakrar postar sunnanfyri, áðren leiðin lá gjøgnum bygdina, fyri síðan at skula finna narkar postar norðanfyri bygdina. Málið var tað sama sum hjá børnunum. Kortið, sum nýtt var, var vanliga føroyakortið. Av tí at fólk vóru á einum málið um hvussu væl Nólsoyggin egnar seg til slíka renning, verður vantandi eitt serligt orienteringar-kort tekna til FAR-O 2013.

Allir rennarnir megnaðu at finna allar postarnar, men eins og fyrru kappingina, so var kjakast dúgliga um hvør besta rutan millum ymsu postarnar var, og hvar hvør helst seg hava mist ella vunnið nøkur sekund við sínum valið av rutu.

Úrslitini frá dagsins renning síggjast her, úrslit við millumtíðun síggjasta her, meðan fleiri myndir eru at finna í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *