Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Hvirluni
25.03.2011
Góð úrslit í opnari kapping á Tórsbreyt 24. mars
27.03.2011

Nýtt lið byrjar mánadagin 28. mars

Sum eitt eyka tilboð til teir eldru hvirluvindarnar byrjar nýtt lið mánadagin 28. mars. Hetta lið venur á Tórsbreyt mánadagar 18:15-19:15. Venjingin er fjølbroytt frælsavenjing, har børnini koma at royna renning (við og uttan forðingar), kast (allar greinar) og ymsu lopini. Venjingin er fyri tey sum eru fødd í 1998-2001.

Venjarar er

  • Helgi Geyti: hevur vant frælsar í 3 ár við høvuðsgreinunum kast (diskus/spjót) og forðarenning. Helgi hevur verði á skeið í barnavenjing hjá Dansk Idræstforbund og í venjaraskeið fyri børn 7-10 og børn 10-14 hjá svenska sersambandinum fyri frælsa ítrótt.
  • Trygvi Laksáfoss: Hevur vant frælsar í 2½ ár, við høvuðsgreinunum sprint og lop. Trygvi hevur verði á skeið í barnavenjing hjá Dansk Idrætsforbund. Ferð á venjaraskeið fyri børn 14-17 hjá svenska sersambandinum fyri frælsa ítrótt í apríl, ið er samskipa av FÍF.
  • Tummas Napoleon Arge: Hevur vant frælsar í 5 ár, fyrst í norra og seinastu 3 árini í Hvirluni, við sprint sum høvuðs grein. Tummas Napoleon ferð á venjaraskeið fyri børn 14-17 hjá svenska sersambandinum fyri frælsa ítrótt í apríl, ið er samskipa av FÍF.

Áhuga kunna koma at royna venjingina áðrenn endalig avgerð verður tikin um víðari luttøku. Annars kann ein tryggja sær pláss við at gjalda venjingargjald (+limagjald um tað ikki er goldið fyri 2010-2011).  Nærri upplýsingar um hetta fáast við at tosa nærri við venjarnar ella á hvirlan(at)hvirlan.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *