Nýggjur venjingarbólkur av bakkastokki

Landsliðskastarar hjá Hvirluni til Bottnaryd í vikuskiftinum
26.06.2008
Tórsbreyt nærkast
10.07.2008

Nýggjur venjingarbólkur av bakkastokki

Í tráð við málini hjá Hvirluni um at menna frælsar ítróttir á vøllum, fer Hvirlan at skipa fyri summarskeiði fyri ung í greinunum lop, sprint og kast. Endamálið er at geva teimum eina innføring í, hvat frælsar ítróttir eru fyri nakað, so tey móti vetri kunna siga, hvørjar greinar tey helst vilja venja meir málrættað. Fyrsti dagur verður komandi mikudag (2. juli), har øll ung millum 15 og 20 ár kunna møta.

Vant verður hvønn mikudag til 3. september, – undantikið 16/7 tá grand prix kapping fyri børn og ung er á Svangaskarði. Venjing verður aðra hvørja ferð á kastivøllinum við Eysturskúlan og aðra hvørja ferð á Frælsinum. Tá Tórsbreyt er endaliga liðug verður venjingin har.

Innihaldið í venjingini er skipað so, at tey ungu koma at royna so nógvar av nevndu greinum sum gjørligt, tvs. sprint (100-400 m), lop (longdarlop, trístøkk og hæddarlop) og kast (diskuskast, hamarkast, kúlustoyt og spjótkast). Harafturat verður stutta forðarenningin (100/110 mh) eisini roynd. Venjingin er løgd soleiðis til rættis, at arbeitt verður í tveimum til trimum bólkum, har ymsu bólkarnir venja ymsar greinar, men tað verður roterað, so at øll koma at fáa somu venjing. Tá summarskeiðið er av, hava øll roynt allar greinar fleiri ferðir.

Fyrsta venjing verður sum sagt mikudagin 2. juli. Byrjað verður á kastivøllinum við Eysturskúlan, har diskuskast, hamarkast og medisinbóltvenjing er á skránni. Vit byrja kl. 18.00.

Síggjast á kastivøllinum 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *