North Atlantic Orienteering Championships til Føroya eisini

Hvirluvindar venja mikudagin 4. juli í Sandágerði og byrja aftur eftir summarsteðg 8. august
30.06.2012
Skrá fyri FAR-O 2012
10.07.2012

North Atlantic Orienteering Championships til Føroya eisini

NATLOC

Í 2011 skipaðu NASP í Nuuk og Rathlaupsfelagið Hekla í Reykjavík fyri fyrstu útgávu av North Atlantic Orinteering Championships (NATLOC). Hetta fór fram í Nuuk og Reykjavík. Í ár er Hvirlan vorðin partur av hesum samstarvinum, og verða trý umførð í Føroyum í ár. Hesi eru:

  • 12. Juli: miðteinur (tvs uml ½-1 tíma) við Ríðibreytina í Havnaradali.
  • 13. Juli: Langteinur (tvs 1-1½ tíma)á Nólsoynni.
  • 14. Juli: sprint (15-30 min) í Tórshavn.

Yvirlitskort sæst her.

Tilmelding er umvegis umvegis www.natloc.org. Beinleiðis leinkja er her. Kostnaðurin er 150,- pr tein. Børn 12 ár og yngri gjalda 50,-. Gjaldast kann við at flyta pengar á konto hjá Hvirluni (9181-166.834.1 í Eik). Fyrispurningar kunna sendast til hvirlan@hvirlan.fo.

Higartil hava luttakarar úr USA, Grønlandi og Norra melda til.

Orienteringrenning / o-renning:

O-renning er ein heildaruppliving, har ein fær møguleika fyri at bøta sær um heilsuna við at fáa pulsin upp, styrkja beinini og betra um balancuna. Harafturat verða sett krøv til evnini at orientera seg í náttúruni umframt at lesa kort, fyri ikki at tala um gleðina við at verða úti í náttúruni.

O-renning er nýggj grein í Føroyum. Kappingarnar fara fram á tann hátt at luttakarar fáa eitt kort yvir øki á startinum. Á kortinum eru støð merkt, sum luttakarin skal finna. So er uppgávan skjótast møguligt at finna øll støðini (postarnar) og síðan renna aftur á mál.

O-renning er ein skjótt vaksandi ítróttargrein, ið gevur fólkið møguleika fyri at uppliva náttúruna og røra seg samstundis. Tað verður ikki upplýst hvussu langur hvør teinur er, tí at luttakarar velja, út frá kortinum, hvønn veg teir renna. Fyri at vinna eina kapping krevjast tí ikki bara skjót bein, men líka so nógv evni at lesa kort.Umframt at luttakarar, harímillum børn, hava eitt gott høvi at læra at lesa kort, so er orienteering eitt høvi hjá familjum at verða saman um at røra seg og at uppliva náttúruna.

Kunning um o-renning sæst m.a. á heimasíðuni hjá danska sersambandinum fyri o-renning. Dømi um kort yvir kend økir síggjast m.a. her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *