Nógvir nýggir barnavenjarar

Vetrarfrælsar enda, og summarfrælsar byrja
21.03.2012
Tvær opnar kappingar komandi vikuna
01.04.2012

Nógvir nýggir barnavenjarar

Annar partur av barnavenjaraskeið (7-10 ár) var í dag, leygardagin 31. mars í Sankta Frants skúla. Fyrri partur var 3. mars. Leiðarar á skeiðnum vóru Randi Kúrberg og Heri Ziska, sum hava nomi sær instruktør førleikar gjøgnum svenska sersambandi fyri frælsa ítrótt. Skeiðið var fyriskipa av FÍF.

Fyrraparturin var nýttur til at viðgerða ymsar uppgávur, sum luttakarnir høvdu fingið á fyrr skeiðdegnum. Fyrsta uppgávan var at reflektera yvir hví ein vildi verða venjari, hvussu ein vildi verða sum venjari, og hvat ein vildi uppnáða sum venjari. Her vóru nógv ymisk boð uppá allar spurningarnar, og kjakið um hetta gekk so væl, at leiðarnir valdi at latað skrá verða skrá, og heldur lofta øllum tí góða, sum kom upp at venda. Eisini var kjakast um hvussu ein bólkur av venjarum gevur møguleika fyri menning av einstaka venjarnum, og hvussu styrkir hjá ymsu venjarunum í einum bólki kunna verða við til at geva børnunum eina enn betur venjing enn einstaki venjarin er førður fyri.

Eftir at hava kjakasta út frá perspektivinum hjá venjarnum, var kjakið broytt til at fokusera uppá barnið og síggja venjingina frá barnsins síðu. Her var spurt um hvussu ein arbeiðir við samanhaldinum í bólkinum. Spurt var eisini um hvussu ein kann møta barninum har tað er, óðansæð um tað er tvørt, stilt osf. Eisini var spurt um hvussu ein, í einstaka venjingar-passinum og uppá longri sigt, kundi tryggja einstaka barninum møguleika fyri at mennast á sínum støði. Aftur vóru nógv góð boð, og eisini deildu instruktørar og luttakrar út av egnum erfaringum sum venjarar.

So var endiliga møguleiki fyri at fáa ein góðan føgura bita, men eins og allan fyrrapartin, so gekk prátið so væl at døgura-steðgurin eisini bleiv í so langur.

Seinnapartin vóru venjingar á skránni. Átta greinar (renning, forðarenning, longdarlop, hæddarlop, trýstøkk, spjotkast, hamarkast og diskuskast) vóru á skránni, og fyri hvørja grein høvdu luttakarnir fingið til uppgávu at skipa eina stutta venjing uppá 10 min við atlitið at hvør síni grein. So tosaðu instruktørarnir um hvat í ein átti at miðað ímóti at íðkarar í hesum aldrinum (7-10 ár) áttu at læra. At enda var so tikið saman um greinina áðren fari var til næstu.

Dagurin endaði við at tiki var samanum, har mest var tosa um forvantingar í mun til tað at venja børn. Hvør í hevur forvantingar, og hvørjir hesi forvantingarnir eru. Eftirmetingin av skeiðnum týddi uppá at har er ein orsøk at halda áfram við at skipa skeið.  

Skeið-leiðarnir eru einigir um, at góða kjaki og jaligi hugburðurin frá skeiðluttakarunum gjørdi, at tað var sera gevandi at verða partur av skeiðnum. Tað er tí við spenningini at hugt verður fram ímóti at fara í gongd við næsta skeið, sum eftir ætlan verður skeið fyri venjarar 10-12 ár og hareftir 12-14 ár, sum Randi og Heri eisini hava nomi sær instruktør førleikar til.

fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *