Nógvir hvirluvindar og økt tal av ungum á ársins fyrstu venjing

So frælsast vit aftur :-)
06.01.2009
Venjing við fullari ferð
14.01.2009

Nógvir hvirluvindar og økt tal av ungum á ársins fyrstu venjing

So byrjaði venjingin aftur, og helst hava hvirluvindar og fólk sum heild hildið jólasteðgin verið nóg langan, tí uppmøtingin var heilt góð á øllum liðum. Venjararnir fegnast sjálvandi, tí tað boðar frá áhuga 🙂 Somuleiðis var gleðiligt, at trý nýggj andlit vóru at síggja millum tey ungu, og átti tað eisini at verið hugaligari fyri bólkin at gerast fleiri.

16 hvirluvindar vóru til fyrstu venjingina. Randi var einsamøll við teimum, tí Ragnar er í starvsvenjing í Mikladali henda mánaðin, men børnini bæði akta og hjálpa væl til, so tímin gekk sum eftir ánni. Vit hitaðu upp við stoppdansi og sjúkrapikki og fóru síðan samskipanarvenjing við serligum atliti til forðarenning. Eftir tað gjørdu vit enn fleiri samskipanarøvilsi og nakrar reaksjónsstartir, áðrenn vit endaðu við eini breyt, har foreldrini hjálptu til á ymsu støðunum. Ein frálíkur tími við góðari ferð 🙂

Tað vóru fleiri ung, sum royndu seg hesa ferð, og fokus varð á tí tekniska partinum av renning. Byrjað var tó sum vant við upphiting, og hesa ferð varð upphiting gjørd við medicinbóltum, ið bæði vórðu nýttir til at rætta og kasta millum sín. Síðan varð farið til rennivenjingina, sum endaði við nøkrum startum. Eftir tað kom so kondivenjing, sum á hesum sinni var cirkulvenjing í 5 minuttir. Meðan íðkararnir fingu pulsin niður aftur, vórðu vøddarnir strektir aftur.

Eldru hvirluvindarnir høvdu næstan 100% uppmøting. Frálíkt! Vit løgdu fyri við at býta í tríggjar partar og gera eina slangustafett, sum handaði medisinbóltar til rekkjuna. Bæði børnum og vaksnum dámdi hetta, og var tað stuttligt at síggja børnini so líðandi koma á lagið og økja ferðina, tá tey høvdu roynt hetta eina løtu. Eitt gott spæl, har ein kravdi at fylgja við og samstarva. Eftir tað spældu vit “allir mínir høsnarungar”, tí tað vildu onkur so øgiliga gjarna. Síðani koyrdi Heri renniskúla (tøkni- og samskipanarvenjing við atliti til effektivt rennilag) við børnunum, og Randi endaði við at byggja breyt til børnini, so síðsta orkan kundi kroystast úr lítlu kroppunum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *