Nógv ymisk venjingartilboð í Hvirluni

Blusur heintast fríggjadagin 23. nov
17.11.2012
Tiltøk 2012-13
23.11.2012

Nógv ymisk venjingartilboð í Hvirluni

Vetrarvenjigin gongur við fullari ferð, og har eru tilboð innan allar greinar og til allar aldursbólkar.

Tey yngstu venja á Hvirluvinda liðunum. Hvirluvinda venjingin er fjølbroytt har element frá øllum frælsagreinum eru við, tó er høvðus endamálið við hesi venjing at geva børnunum eitt fjølbroytt rørðslurepertoir, umframt at menna grundleggjandi fysiskar eginleikar so sum kvikleiki, styrki og úthaldinheit.

  • Tey yngstu (fødd ’07 – ’09) venja sunnudagar kl 14:00-14:45 í fimleikahøllini í Skúlanum við Løgmannabreyt. Venjarar eru Eyðdis Andreassen, Joan E. Justinussen og Heri Ziska.
  • Tey, sum eru fødd í ’03 – ’06 venja mikudagar kl. 17:00-18:00 í fimleikahøllini í Sankta Frants Skúla. Venjari er Randi Kúrberg.
  • Elstu hvirluvindarnir (fødd ’02 – ’99) venja mikudagar kl. 18:00-19:30 í fimleikahøllini í Sankta Frants Skúla. Venjarar eru Randi Kúrberg, Louisa Svabo og Heri Ziska. Hetta lið er fullteknað.

Tey, sum eru fødd ’02 – ’98 kunna umframt hvirluvindavenjingina eisini venja

  • mánadagar kl. 18:15-19:15, har Tummas Napoleong Arge, Trygvi Laksáfoss og Helgi Geyti hava venjingar innan allar frælsagreinarnar.
  • hósdagar kl. 17:00-18:00, har Rigmor N. Arge stendur fyri mið- langteina venjing. Henda venjing er saman við teimum eldru.
  • leygardag kl. 11:00-12:00, har tey kunna velja at venja sprint/lop hjá Tummas Napoleon Arge og Tórur Mortensen ella kast hjá Helgi Geyti og Hanus Bergsson.

Árgangirnir ’99 og eldri hava ymiskar sergreina-venjingar at velja ímillum

  • Mándag kl 17:00-18:00 er sprint og lop á skránni. Vant verður á Tórsbreyt. Heri Ziska er venjari
  • Týsdag kl. 18:00-19:00 er kast á skránni. Vant verður í fimleikahøllini í Sankta Frants Skúla. Heri Ziska er venjari
  • Mikudag kl. 16:30-17:45 er lop og sprint á skránni. Vant verður á Tórsbreyt. Heri Ziska er venjari
  • Hósdag kl. 17:00-18:00 er mið-langteina venjing á skránni. Byrja verður á parkeringsøkinum við Tórsbreyt (uttanfyri Kurl@). Rigmor N. Arge er venjari
  • Hósdag kl. 18:00-19:00 er kast á skránni. Vant verður á Tórsbreyt. Heri Ziska er venjari
  • Fríggjadag kl. 17:00-19:00 verður lop/kasta styrki og koordinatión vand í fimleikahøllini í Eysturskúlanum. Heri Ziska er venjari.
  • Sunnudag kl. 10:00-ca 12:00 verður runnið ein langan túr í “práti tempo”. Rigmor N. Arge skipar fyri.

Tað er fullteknað á elsta hvirluvindaliðnum umframt til kast/lop hjá teimum eldru. Um onkur hevur hug at royna seg til onkra av venjingunum, so kann man antin venda sær til felagið umvegis hvirlan@hvirlan.fo, til ein av venjarunum ella møta til eina venjing og royna um tað hevur áhuga.

Umframt nevndu venjingar, so venja fleiri av teimum eldru eisini styrkivenjing. Hesi fáa venjingar-upplegg, ið eru laga til teirra venjingarstøði og tær frælsa-greinar tey primert venja.

Kostnaðurin fyri venjing í Hvirluni er partvís eitt limgjald, har limaárið gongur frá sept. til august. Harumframt er eitt venjingargjald, sum er 500,- fyri ávikavist vetrarvenjing og summarvenjing hjá teimum, sum luttaka í skipaðari venjing eina ferð um vikuna, og 800,- um vant verður tvær ferðir um vikuna. Undantakið er yngsta liðið, har venjingargjaldið er 300,- fyri hvørt hálvár.

Øll eru vælkomin at gerast limir í felagnum. Tað gerst við at flyta 200,- á konto 9181-166.834.1 í Eik banka, umframt at senda ein teldupost til hvirlan@hvirlan.fo við navn, føðidato, telefonnummar og adressu

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *