Nógv persónlig met á Tórsbreyt

Kapping og test leygardagin
09.04.2009
So er tíð at fyrireika seg til Virkisleikir!
14.04.2009

Nógv persónlig met á Tórsbreyt

Hóast veðrið ikki var til tey stóru úrslitini, so megnaðu kastararnir í Hvirluni at fáa fleiri persónlig met við sær heim eftir kastikappingina á Tórsbreyt leygardagin (11. apríl).

Dagurin byrjaði við hamarkasti, og har vísti Randi enn eina ferð, at hon er væl betur fyri, enn hon hevur verið áður, tá hon kastaði hamaran út á 34,56 m. Uni og Kristian royndu seg í tøttum dysti, og hóast hetta var fyrsta roynd hjá Kristiani við hamaranum, so fekk hann hamaran út á 24,29 m. Hetta gjørdi so, at Uni noyddist at kasta upp til sítt besta fyri at halda hann aftanfyri, og tað gjørdi hann eisini. Uni fekk sítt næstbesta úrslit nakrantíð, tá hann í næstseinasta umfari kastaði hamaran út á 26,86 m.

Úrslitini í hamarkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 kg   Randi Kúrberg   Hvirlan   34,56 m  
Menn   7,26 kg   Uni Højgaard   Hvirlan   26,86 m  
  –   Kristian Holm Joensen   Hvirlan   24,29 m   Persónligt met 

Næsta grein var diskuskast, og er tað nakað, sum ert trupult at kasta í regni, so er tað diskus, men har gjørdu Kristian og ungi Helgi ikki mætari enn, at báðir settu persónligt met. Helgi kastaði 1,5 kg tunga diskin út á 22,88 m, meðan Kristian kastaði tann 2 kg tunga diskin út á 23,43 m.

Úrslitini í diskuskasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn   2,00 kg   Heri Ziska   Hvirlan   38,92 m  
  –   Kristian Holm Joensen   Hvirlan   23,43 m   Persónligt met 
D16-17   1,50 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   22,88 m   Persónligt met

Í spjótkasti sást, at kuldin, vindurin og regnið veruliga byrjaðu at gera mun. Hetta var orsøkin til, at Rógvi kastaði eitt tekniskt kast og so gavst, meðan Randi einans kastaði tvey kast. Helgi kastaði tó 700 g spjótið út á 29,54 m, sum er hansara næstbesta úrslit, meðan Kristian kastaði 26,20 m, sum er nýtt persónligt met.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   600 g   Randi Kúrberg   Hvirlan   27,12 m  
Menn   800 g   Rógvi Højgaard   Hvirlan   37,27 m  
    –   Kristian Holm Joensen   Hvirlan   26,20 m   Persónligt met
D16-17   700 g   Helgi Geyti   Hvirlan   29,54 m   Persónligt met

Síðsta kastigrein var kúlustoyt, og har vóru tað Helgi, Uni og Kristian, sum royndu seg. Hetta var aðru ferð, at Helgi royndi seg við tí 5 kg tungu kúluni, og hesa ferð økti hann um sítt persónliga met við 41 cm, so tað nú er 8,22 m. Hjá teimum vaksnu legði Kristian seg á odda í fyrsta umfari, og hóast Uni fleiri ferðir royndi at nærkast, so megnaði Kristian við at seta nýtt persónligt met at halda Una aftanfyri. Nýggja metið hjá Kristian er tó enn 2 cm styttri enn metið hjá Una, so har er onkur tættur dystur í væntu.

Úrslitini í kúlustoyt vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn   7,26 kg   Kristian Holm Joensen   Hvirlan   8,95 m   Persónligt met
  –   Uni Højgaard   Hvirlan   8,69 m  
D16-17   5,00 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   8,22 m   Persónligt met

Aftaná kastini var farið at gera kappingarvenjing til longdarlop. Hesum stóð lopvenjarin Ási fyri. Tað vóru fimm, sum royndu seg. Instruktiónin var beinleiðis fokuserað uppá, hvussu ein mátar og nýtir tilrenningina. Lopini blivu máld, og sum heild sá tað heilt gott út.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *