Nógv persónlig met á Tórsbreyt

Leikaløta á Tórsbreyt 21. juli, kl. 21-23
16.07.2009
Frálík leikaløta :-)
22.07.2009

Nógv persónlig met á Tórsbreyt

 Talið av ungum sum royna seg í ymsu greinunum á Tórsbreyt økist støðugt og í kappingini hesaferð vóru tað fimm ungir íðkarar sum royndu seg, og sínamillum blivu tað til rættuliga nógv persónlig og okkurt bólkamet.

 Tróndur

Fyrsta greinin var diskuskast, og har vóru 6 fólk við. Tíðanverri so regnaði meðan kappingin var og tá er sera ringt at fáa nóg gott tak á diskin til at fáa hann at mala, og ein diskur sum ikki melur hevur onki flog. Hóast hetta so betraði Tróndur Arge sítt persónliga met við meir enn einum metri.  Hallur Simonsen setti nýtt persónligt met og Tóri Nielsen, ið var komin úr Sandavági at kappst, setti bólkamet í bólkinum D12-13 ár tá hann kastaði 0,75 kg diskin út á 18,77 m.

Úrslitini í diskuskasti vóru:   
Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit  
Kvinnur 1,00 Kg Meifríð Hansen Hvirlan 24,28 m  
D16-17 1,50 Kg Helgi Geyti Hvirlan 20,00 m  
D14-15 1,00 Kg Tróndur Arge Hvirlan 20,40 m Persónlig met
Steinolvur Geyti Hvirlan 16,27 m  
Hallur Simonsen Hvirlan 15,68 m Persónligt met
D12-13 0,75 Kg Tóri Nielsen Hvirlan 18,77 m Bólkamet

 

20090718-kapping-0025

 

Eftir diskuskat var fari til hamarkast. Hamarin er ein grein, sum er lutfallsliga ring at koma til, tí at reiðskapurin hevur eitt stórt moment, samstundis sum rørslurnar krevja góða koordinatión. Kappingin byrjaði við, at Randi longu í fyrsta umfarið, kastaði hamaran góðan metur longur enn hon hevur gjørt fyrr í ár. Aftanfyri hana setti Meifríð Hansen persónligt met, og tað sama gjørdi tann ungi Helgi Geyti. Uni Højgaard var minni enn ein metur frá at betra sítt persónliga met.

Úrslitini í hamarkasti vóru:  
Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit  
Kvinnur 4,00 Kg Randi Kúrberg Hvirlan 37,72 m  
Meifríð Hansen Hvirlan 22,77 m Persónligt met
Menn 7,26 Kg Uni Højgaard Hvirlan 27,19 m  
D16-17 5,00 Kg Helgi Geyti Hvirlan 21,35 m Persónligt met

20090718-kapping-0051

Spjótkast er ein grein sum altíð er vælumtikin og so var eisini hesaferð. Randi, sum einans hevur vant hamarkast seinasta árið royndi seg og kastaði spjótið út á góðar 29 m, ið er minni enn ein metur frá tí sum broncumerkið fór fyri á Álandi. Tróndur sett enn einaferð persónligt met, hesaferð við uml. trimum metrum, meðan Hallur Simonsen sett sítt fyrsta met í hesi grein.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit  
Kvinnur 600 g Randi Kúrberg Hvirlan 29,02 m  
Meifríð Hansen Hvirlan 22,50 m  
Menn 800 g Uni Højgaard Hvirlan 30,80 m  
D16-17 700 g Helgi Geyti Hvirlan 32,27 m  
D14-15 600 g Tróndur Arge Hvirlan 29,38 m Persónligt met
Steinolvur Geyti Hvirlan 24,02 m  
Hallur Simonsen Hvirlan 20,20 m Persónligt met
D12-13 400 g Tóri Nielsen Hvirlan 21,86 m  

 

Hallur

Seinasta greinin var kúlustoyt. Her gjørdu teir ungu skjótt av og betraðu allir síni persónligu met. Helgi nærkast nú skjótt 10 m strikuni. Tróndur betraði fyri triðju ferð av  trimum møguleikum sítt persónliga met, meðan Hallur og Steinolvur báðir fingu sett síni fyrstu met í hesi greinini. Tóri var einans 7 cm frá at betra um sítt persónliga met.

Úrslitini í kúlustoyt vóru:  
Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit  
Kvinnur 4,00 Kg Randi Kúrberg Hvirlan 7,81 m  
D16-17 5,00 Kg Helgi Geyti Hvirlan 9,30 m Persónligt met
D14-15 4,00 Kg Tróndur Arge Hvirlan 7,52 m Persónligt met
Hallur Simonsen Hvirlan 6,93 m Persónligt met
Steinolvur Geyti Hvirlan 5,96 m Persónligt met

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn at hóast veðurguðarnir, sum hava verði í so góðum lag so leingi, argaðu eitt sindur, so var tað ein góður dagur á Tórsbreyt við tíggju persónligum metum og einum bólkameti. Næsta ferð teir ungu fara at kappast í kast verður til FM fyri ung 8. juli. Har eisini verður møguleiki fyri at leypa og renna. Næsti møguleiki hjá teimum vaksnu verður 1. og 2. august tá FM er á skránni.

Fleiri myndir koma í myndasavni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *