Nógv persónlig met fyrsta dagin á Stórmót ÍR

Fyrsti dagin betraðu komu nógv persónlig met til hóldar, tó kann ikki sigast annað enn at Trygvi stóð fyri tí kanska mest merkisverda úrslitinum. Dagurin byrjaði tó við einum góðum morgunmatið í ÍR húsinum áðrenn fari var í Laugardalshøllina. Í høllini vístu Íslendingar at teir vóru glaðir um at Føroyingar vóru so væl umboðaðir í kappingini tí mitt á degnum steðgaðu teir øllum kappingunum og hildu eina lítla røðu fyri føroyingunum.

Fyrsta kapping var kúlustoyt hjá gentum 14 ár, har Bjørk skuldi royna seg. Hóast tað var langt upp til tær allar bestu so hevði Bjørk eina stabila kapping, har teknikkurin, sum í seinastuni hevur verði svikaligur, royndist stak væl. Longsti stoytur hjá Bjørk var 6,42 m.

 

Næsta kapping hjá hvirlunum var longdarlop hjá dreingjum 15-16, har Tummas Napoleon, Hallur, Steinolvur, Trygvi, Bjarni og Tróndur royndi seg. Her stóð Trygvi fyri tí mest merkisverda, tað var at hann, sum hevur skatt sær fótin (eins og myndin vísur) . Hetta var tó ikki beini hann eigur at leypa við, men í dag passaði renningarlopið ikki, og tí setti hann av á skadda fótinum, sum ikki er hansara vanliga avsettbein. Úrsliti var at hann manglaði einans fáa cm fyri at koma millum teir 8 bestu (út av 34) sum komu í finaluna. Endaligu úrslini vóru Trygvi: 4,90 m, Bjarni: 4,55 m, Steinolvur: 4,38 m, Tummas Napoleon: 4,14 m, Hallur: 3,97 m og Tróndur: 3,70 m.

Kúla var næsta á skránni hjá dreingjunum, og har vóru Hansu, Hallur, Bjarni, Steinolvur og Tróndur við. Her settu teir flestu persónlig met, og tveir (Bjarni og Steinolvur) betraðu síni persónligu met við meir enn 1 m og eru nú komnur útum 9 m við 4 kg kúluni. Úrslitini vóru Steinolvur: 9,35 m, Bjarni 9,02 m, Tróndur: 8,37 m, Hanus 8,02 m og Hallur 7,45 m.

Dreingirnir hildu síðan áfram við 60 m renning, har Tummas Napoleon, Trygvi, Gwenael og Steinolvur royndu seg. Tummas Napoleon, Gwenael og Steinolvur vóru í fyrsta heati, har teir gjørdust nummmar 1,2 og 3, meðan Trygvi var í næsta heatið har hann haltandi gjørdist nummar tvey. Úrslitini vóru Trygvi 8,20 s, Tummas Napoleon 8,53 s, Steinolvur 8,72 s, Gwenael 8,98 s.

Eftir at teir 15-16 ára gomlu vóru lidnir slapp Helgi endiliga at royna seg. Tað var í kúlustoyt, har hann skuldi brúka 5,5 kg kúlu. Tað er ½ kg meir enn hann er vanur við. Orsøkin til hetta er at íslendsku aldursbólkarnir er forskotnir i mun til teir føroysku (og altjóða) soleiðis at Helgi kappaðist móti árgang 93 og 92, har hann í Føroyum skal kappast móti 93 og 94. Tekinskt gekk ikki heilt eftir vild, men við góðum vilja kom hann tó út á 9,34 m við tungu kúluni, sum má sigast at verða gott.

Seinastur í eldin var Rógvi, sum á fyrsta sinni skuldi royna seg á 60 m. Hann kom væl frá byrjan, men síðumaðurin var tó í so sterkur soleiðis at Rógvi endaði sum nummar tvey í sínum heatið. Tíðin hjá Rógva var 7,69 s, sum má sigast at verða ein góð byrjan hjá honum sum sprintara.

Annars vóru fleiri goð føroysk úrslit hjá Føroyingunum, har serliga Treysti gjørdi seg bemerkt við fleiri heiðursmerkjum. Talentbólkurin hjá FÍF fekk eisini heiðursmerkir.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og endaligi resultatlistin liggur sæst á http://mot.fri.is/cgi-bin/ibmot/timesedillib1315.htm.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *