Nógv persónlig met á Tórsbreyt

Kapping á Tórsbreyt sunnudagin
30.04.2009
Virkisleikir: seinasta freist at melda til er mikudagin 6. mai
04.05.2009

Nógv persónlig met á Tórsbreyt

Hóast nógvi vindurin gjørdi tað meir enn almindiliga áhugavert at royna at fáa kastireiðskapin á flog, so vóru nógv persónlig met sett á Tórsbreyt. Á odda gingu Helgi Geyti (D16-17) og Tóri Nielsen (D12-13) við trimum metum í part, meðan Jóanis Albert Nielsen (D14-15) og Uni Højgaard (Menn) fingu eitt met í part.

Fyrsta grein var diskuskast, og har royndu veteranurin Heri seg móti tí unga Helga. Helgi sum kastar í bólkinum Dreingir 16-17 kastaði við 1,5 kg diskinum. Nógvi vindurin og tað illa timaða ælið, sum kom í øðrum umfarið av kappingini, gjørdi at úrslitini vóru so sum so.

Úrslitini í diskuskasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Menn   2,00 kg   Heri Ziska   Hvirlan   39,09 m  
D16-17   1,50 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   15,62 m  

 

Eftir diskuskast var fari til hamarkast har í heilir fimm luttakarar royndu seg. Tríggjir av hesum høvdu ikki roynt greinina áður og settu tí nýggj persónlig met, meðan Uni Højgaard betraði um sítt persónliga met í fyrstu roynd við 2 snúðningum við hamrinum.

Úrslitini í hamarkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 kg   Randi Kúrberg   Hvirlan   35,05 m  
Menn   7,26 kg   Uni Højgaard   Hvirlan   28,74 m   Persónligt met
D16-17   5,00 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   18,63 m   Persónligt met
D14-15   4,00 kg   Jóanis Albert Nielsen   Hvirlan   10.02 m   Persónligt met
D13-13   4,00 kg   Tóri Nielsen   Hvirlan   24,29 m   Persónligt met

 

Nógvi vindurin hevði eina serliga stóra ávirkan á lutfallsliga løttu spjótini, og tí endaðu nógv kast uttanfyri. Hetta foraði tó ikki Helga í at betra um tað persónliga metið, sum einans er fáðar mánaðir gamalt. Tóri Nielsen setti nýtt persónligt met.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   600 g   Andrea Nielsen   Hvirlan   21,51 m  
Menn   800 g   Rógvi Højgaard   Hvirlan   51,23 m  
D16-17   700 g   Helgi Geyti   Hvirlan   33,50 m   Persónligt met 
D12-13   600 g   Tóri Nielsen   Hvirlan   19,25 m   Persónligt met 

 

Seinasta grein var kúlustoyt. Har Helgi og Tóri enn einaferð bøttu um síni persónligu met. Helgi nærkast í stórum 10 m strikuni meðan Tóri royndi seg við 4 kg kúluni sum annars er kúlan teir 14-15 ára gomlu vanliga nýta.

Úrslitini í kúlustoyti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 kg   Andrea Nielsen   Hvirlan   5,76 m  
D16-17   5,00 kg   Helgi Geyti   Hvirlan   8,74 m   Persónligt met 
D12-13   4,00 kg   Tóri Nielsen   Hvirlan   6,28 m   Persónligt met 

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn at dagurin hildnaðist heilt væl, og tað gjørdist enn betur tá Randi at enda bjóðaði kaffi og køku.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *