Nógv met í Laugardalshøllini

Venjingarlega av, nú er kapping á skránni!
24.01.2014
Stórmót av á hesum sinnið
27.01.2014

Nógv met í Laugardalshøllini

Fyrsti kappingardagurin á Stórmót gav ikki færri enn tvey føroysk met, níggju bólkamet og 27 persónlig met í 36 startum, har trí av teimum síðstu 9 kunna roknast fyri persónlig met eisini. Eins ov vant, tá tað snýr seg um Hvirluna, so er umboðanin breið, og komu metini í bæði sprint, kast og lop, og í øllum aldursbólkum.

Dreingir 13 ár

Elias Thorsteinsson og Bárður Jóhansson royndu seg báðir á fyrsta sinnið á Stórmót. Báðir løgdu fyri á 60 m teininum. Elias var í fyrsta riðli, og har kom hann fyrst úr blokkinum, og økti hann allan vegin. Á málinum ivaðist hann ikki í at har var eitt persónligt met komið, og so var. Tíðin var 9,20 s, ið er lítið sekund skjótari enn hann áður hevur runnið teinin. Bárður kom í næsta riðli, og her var kappingin javnari, men Bárður bardist væl allan vegin, og var úrslitið ein tíð uppá 9.26 sek, ið er persónligt met við góðum ½ sekundi.

Eftir 60 m, fór Elias til longdarlop, her var hann tilmeldaður við einum persónligum metið á 3,72 m. Málið var at koma útum 4 m strikuna. Hetta megnaði hann uttan trupulleikar, tí longsta lop var heilar 4,13 m. Tað er eisini longri enn gamla bólkametið.

20142026-0232

Gentur 14 ár

Kezi Vang, Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge og Guðrið Káradóttir Petersen royndu seg í kúlustoyt, 60 m og longdarlop. Fyrst var tað tó 3 kg kúlan í skuldi stoytast. Hetta var teirra fyrsta kapping við 3 kg kúluni, men hetta var ringt at síggja á úrslitunum, tí tær komu allar út á líknandi longdir, sum tær áður hava megna við 2 kg kúluni. Guðrið kom út á 6,27 m, Bjørk út á 6,03 m og Kezia út á 5,44 m.

So var 60 m á skránni, og her hildu allar fram í sama sporið, tí aftur bleiv tað til trý persónlig met. Bjørk kom niður á 9,50 s, Guðrið á 10,10 sek og Kezia á 10,50 sek.

Síðsta greinin hjá teimum var longdarlop. Nú merktist at dagurin hevði verði langur, men Kezia var tó ikki til at steðga, tí tað bleiv til triðja persónliga metið í trimum startum. Hennara longsta var 2,95 m. Bjørk leyp 3,41 m og Guðrið 2,79 m.

20142026-0299

Dreingir 14 ár

Dánjal Dahl Ljósheim var einsamallur móti íslendsku javnaldrunum. Hann byrjaði við longdarlopi. Her bøtti hann um sítt persónliga met við lítlum hálvum metri, so tað nú er 4,26 m. Stórsta avbjóðingin var at 60 m skuldi til at byrja áðrenn longdarlop var av. Dánjal var tó skjótur yvir til start, og har helt hann áfram. Tí hann bøtti um sítt persónliga met við meir enn ½ sekundi, so tað nú er 8,78 sek.

Triðji starturin hjá Dánjali var kúlustoyt, har hánn skuldi royn seg við 4 kg kúluni. Her kom hann út á 6,35 m, ið er nærum líka langt, sum hann kom út ivð 3 kg kúluni í 2013. Hetta er bólkamet fyri dreingir-14.

20142026-0316

Gentur 15 ár

Tinna Berg Jørgensen og Rebecka Monja Jørgensen umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Fyrst var tað ein umgangur í høllini, sum skuldi leggjast afturum. Tað tók Rebecku 31,90 sek at renna teir 200 m, og er tað 2,4 sek skjótari enn hon áður hevur runnið teinin. Tinna valdi at fokusera uppá 60 m teinin, og nýtti tí 200 m til at koma í gongd við. Hóast hon tók tað róligt, so var hon vara 0,04 sek frá sínum persónliga metið.

Á 60 m teininum var ein ávísur spenningur, tí bar ½ tima undan startinum hevði Alda bøtt um føroyska metið (longur niðri). Rebecka legði út og bøtti um enn eitt met. Hesaferð skar hon eitt lítið sekund av tíðini, so metið hjá henni nú er 9,47 sek. So var tað Tinna, og var hon komin í rætta riðil, tí tætt var allan vegin, men við hennara eyðkenda fightaravilja fekk hon runnið seg framum hinar. So var bara at bíða eftir tíðini, og tað tók langa tið. At enda var úrslitið har, og vísti tað seg at hon hevði skorið 9/100 av tí ½ tíma gamla metinum hjá Aldu.

20142026-0576

Gentur 16-17 ár

Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, var einsamøll hvirla í hesum bólkinum. Her var fyrst 60 m á skránni. Alda fekk ein hampuliga start, men hennara eyðkenni er at hon onkursvegn altið hevur okkurt eyka móti endanum. Hon endaði við at vinna sín riðil, og tá tíðin kom vísti tað seg at hon hevði skorið 2/100 av føroyska metinum.

Næsta greinin hjá Aldu var 200 m. Hon legði varðliga út, og lá á triðja plássi tá teinurin var hálvrunnin. Í seinna svinginum legði hon eina afturum, men var enn 2-3 metrar aftanfyri tað fremstu. Hetta var tó ikki ov nógv hjá henni, tí hon fangaði hina aftur á málstrikuni. Hetta var uttan iva ein nógv betri tíð enn hon hevur runnið áður. Tíðanverri so vildi tíðtøkuskipanin ikki rigga, so Alda fekk ikki at vita hvussu skjótt hon hevði runnið.

20142026-0398

Dreingir 16-17 ár

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim fylgdust runt í Laugardalshøllini í dysti móti íslendskum javnaldrum og teimum, ið eru eitt ár eldri. Tórur hevur ein lítlan skaða at dragast við, og valdi tí at geva avboð á 60 m teininum, har Jákup tí var einsamallur í hvirlubúna. Jákup var tó gott umboð, tí hann skar heili 0,9 sek av sínum persónliga metið. Metið hjá honum er nú 8,64 sek.

Eftir at hava slappa av í smáðar 4 tímar var tað so tíð til dagsins síðstu kapping hjá Hvirlunum, tá Tórur og Jákup fóru í gongd við longdarlop. Málið var, sum altið at bøta um egin met. Hetta megnaðu báðir uttan trupulleikar, tí øll lopini vóru longri enn gomlu persónligu metini. Tórur leyp 5,45 m, ið eisini er bólkamet, meðan Jákup leyp 4,89 m.

20142026-0795

Dreingir 18-19 ár

19 er kúlustoyt. Her royndu Hanus Bergsson, Hallur Simonsen og Hans Hjørleivur Magnussen seg. Hanus bøtti um sítt persónliga met við 6 kg kúluni, so tað nú er 11,35 m. Hetta er eisini bólkamet. Hans Hjørleivur bøtti eisini um sítt, so tað nú er 10,31 m. Hallur kom út á 10,84 m. Til úrslitið hjá Hans Hjørleivi er at siga at hann fyri bara 5 vikum síðan avgjørdi at skifta teknik, frá klassiska “glide” til “rotatión”. At Hans Hjørleiv megnar at bøta um sítt persónliga met so stutt eftir at hann skiftir teknik boðar frá góðum.

20142026-0444

Kvinnur:

Bjørk Reynagarð Svabo og Louisa Svabo royndu seg við 4 kg kúluni. Bjørk megnaði á fyrsta sinnið at koma útum 8 m strikuna. Hennara longsta var mált til 8,46 m. Louisa bøtti um sitt met við meir enn einum metri, so tað nú er 7,26 m. Bæði úrslit eru bólkamet.

20142026-1101

Menn

Hjá monnunum var 60 m, 200 m og kúlustoyt á skránni. Fyrst var tað 200 m, har Steinolvur Geyti og Tummas Napoleon Arge royndu seg. Fyrstu í blokkin var Steinolvur. Fyrra hálva var sera góð, men í inganginum til annað sving, steig hann skeivt og fekk ilt í knæði. Hann gjøgnumførdi og fekk ogna sær pesónligt met við 26,82 sek. So var tað Tummas Napoleon. Hann var tó í tí serstøku støðu at hann hevur annan armin í gips, og gjørdi hetta at hann noyðist at starta við bert einum armi í jørðini, umframt at renningin er munandi darva av at hann ikki fær nýtt báðar armar. Tað vóru tó stór eygu, tá hann gjørdist nummar 2 í sínum riðli við tíðini 25,24 sek.

Næsta greinin var kúlustoyt, har Teitur Arge Seloy og Kristian Martin Garðalíð vóru við. Teitur stoytti 7,26 kg tungu kúluna út á 7,80 m, ið einans er 39 cm styttri enn hann fekk 6 kg kúluna út í 2013. Kristian Martin kom út á 8,92 m.

Siðsta greinin var 60 m, har Steinolvur valdi at geva avboð uppá grund av skaðanum hann fekk á 200 m. Hvirlan var tó væl umboðað, tí Hallur, Hanus og Tummas Napoleon vóru við. Fyrst vóru tað Hanus og Hallur. Her fekk Hanus ein minni góðan start, men kempaði seg fram á annað pláss í sínum riðli. Tíðin hjá Hanusi var 7,62 sek, ið er tangering av bólkametinum hjá Rúna Jacobsen. Hallur bøtti um sítt persónligt so tað nú er 7,72 m. Tummas Napoleon var við í øðrum riðli við sínum gips-armi. Hann vísti tó enn einaferð at honum skal man halda eyga við í summar, tí við tíðini 7,74 sek var hann bara 9/100 frá sínum persónliga metið.

20142026-0670

heimkomin frá kapping var lekkur pastarættur við høsnarunga og salat afturvið á borðinum, og væl var etið. Nú er so hvíld á skránni til í morgin har nógv aftur skulu royna seg.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *