Nógv góð úrslit í GP børn og ung 2009

Síðsta umfarð av GPU 2009 liðugt.
20.08.2009
Randi setti enn eitt føroyskt met á Tórsbreyt
29.08.2009

Nógv góð úrslit í GP børn og ung 2009

Grand Prix fyri børn og ung er blivi tað, sum var dreymurin frá fyrsta degi, nevniliga har í ungu iðkarnir royna seg í fleiri ymiskum frælsagreinum í teirra roynd at samlað nóg mikið at stigum til at vinna samlaðu kapingina i ávikavist sprint, miðteinarenning, lop og kast. Sprint umfatar í flestu bólkunum tríggjar ymsar sprint teinar, og tað sama er støðan við miðteinarenning. Í kast var tað skift millum bóltkast(yngstu), spjótkast, diskoskast og kúlustoyt, meðan lopini hesaferð vóru longdarlop og trístøkk. Stig verða givin fyri hvørja grein og tann, sum hevur fingið flest stig samanlagt í tveimum umførðum, vinnur samanlagt.

stemning

Hetta umfarði vart tað Hvirlan, sum stóð  fyri at skipa fyri kappingini, sum hesaferð umfataði bóltkast/diskuskast, longdarlop/trístøkk, sprint og miðteinarenning, og um nakað nýtt so vóru tríggjar tekniskar greinar (diskoskast, bóltkast og trístøkk) í gongd samstundis. Tað gekk gott at skipa fyri kappingini og allar kappingar byrjaðu til tíðina.

gun

 Hóast nógv av teimum, sum hava roynt seg í ársins útgávu av Grand Prix fyri børn og ung, byrjaðu at venja um somu tíð ella eftir fyrsta umfarð av GPBU09, so endaði tað við at Hvirlan fekk heili 13 gullmerkið, 7 silvurmerkið, 4 broncumerkið og nógv góð úrslit afturat. Harafturat fekk Bjørk, ið kappast fyri Frælsi men venur í Hvirluni, 1 gull, 2 silvur og 1 broncu í bólkinum G12-13 ár.

8-9 kast 

Niðanfyri er úrslitini hjá hvirluíðkarnum:

Úrslit seinasta umfarð av GP (8-9 ár)
Íðkari árg. 40 m 400 m Bóltkast Longdarlop
Guðrið K. Petersen 2001 8,16 s.   14,02 m 2,43 m
Bjørk Brimnes 2000 8,46 s. 2 min 03,19 s. 11,96 m 2,17 m
Bárður Jóhansson 2001 8,30 s. 1 min 42,86 s. 14,31 m 2,60 m
Ólavur Fossaberg 2000 8,04 s. 1 min 45,26 s.   8,79 m 2,17 m
Elias Thorsteinsson 2001 8,23 s.   12,27 m 2,28 m

 8-9 lop

Samanlagt (8-9 ár)
Íðkari árg. sprint miðteinur Bóltkast Lop
Guðrið K. Petersen 2001 1237 (5)   1042 (2) 690 (4)
Bárður Jóhansson 2001 1258 (7) 1002 (5) 1258 (7) 874 (2)
Ólavur Fossaberg 2000 1340 (5) 876  (5) 1340 (5) 497 (7)
Elias Thorsteinsson 2001 1273 (6)   1273 (6) 401 (8)

 10-11 lop

Úrslit seinasta umfarð av GP (10-11 ár)
Íðkari árg. 200 m 600 m Bóltkast Longdarlop
Marita K. Petersen 1998 36,07 s.   22,25 m 3,64 m
Emilia Larsen 1998 37,68 s.   23,06 m 3,39 m
Ólavur Weihe Joensen 1998 33,47 s. 2 min 08,54 s 27,24 m 3,56 m

 olavur

Samanlagt (10-11 ár)
Íðkari árg. Sprint Miðteinur Kast Lop
Marita K. Petersen 1998 1308 (2)   1245 (1) 1536 (1)
Emilia Larsen 1998 955 (3)   1102 (2) 1416 (3)
Ólavur Weihe Joensen 1998 1418 (1) 1049 (1) 1115 (1) 1542 (1)

12-13 lop 

Úrslit seinasta umfarð av GP (12-13 ár)
Íðkari árg. 200 m 1000 m Diskuskast Trýstøkk
Tóri Nielsen 1997   4 min 47,01 s. 12,40 m 6,39 m
Bjørk Reynagarð Svabo* 1996 32,99 s. 4 min 17,06 s. 10,86 m 7,24 m

 bjork

Samanlagt (12-13 ár)
Íðkari árg. Sprint Miðteinur Kast Lop
Tóri Nielsen 1997     735 (2) 1044 (5)
Bjørk Reynagarð Svabo* 1996 1240 (2) 714 (3) 847 (1) 1284 (2)

 * Bjørk luttekur fyri Frælsi men venur til dagligt við Hvirluni.

14-15 kast

Úrslit seinasta umfarð av GP (14-15 ár)
Íðkari árg. 100 m 1500 m Diskoskast Trístøkk
Anna Brimnes 1995 15,16 s 6 min 22,29 s. 8,77 m 7,53 m
Trygvi Laksáfoss 1994 12.77 s   10,17 m 9,47 m
Bjarni K. Petersen 1994 13,52 s   19,36 m 8,30 m
Steinolvur Geyti 1994     24,10 m 8,36 m
Hanus Bergsson 1995     19,96 m  
Tróndur Arge 1994     19,50 m  

anna 

Samanlagt (14-15 ár)
Íðkari árg. Sprint Miðteinur Kast Lop
Anna Brimnes 1995 1258 (2) 1159 (1) 521 (1) 1257 (1)
Anna Sofía Hjalt Mohr 1995 1407 (1)   272 (3)  
Trygvi Laksáfoss 1994 1514 (4)     1413 (2)
Bjarni K. Petersen 1994 1280 (5)   194 (6)  
Steinolvur Geyti 1994     382 (2)  
Hanus Bergsson 1995     346 (3)  
Tróndur Arge 1994     210 (5)  
Tummas Napoleon Arge 1995 1180 (7)      

14-15 lop 

Úrslit seinasta umfarð av GP (16-17 ár)
Íðkari árg. 400 m Diskoskast Trístøkk
Helgi Geyti 1993 81,87 s. 24,77 m 9,01 m

geyti 

Samanlagt (16-17 ár)
Íðkari árg. Sprint Kast Lop
Helgi Geyti 1993 162 (1) 657 (1) 1109 (1)

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *