Nógv flott úrslit í øðrum umfarið av GPU

So byrjar virkisleikavenjing skjótt.
05.06.2011
Venjingartíðir hjá Hvirluni summar 2011
20.06.2011

Nógv flott úrslit í øðrum umfarið av GPU

Annað umfarð av Grand Prix fyri børn og ung var á Tórsbreyt týsdagin 7. juni. Har luttóku sum vant fleiri spentar Hvirlur í bólkunum 10-11, 12-13, 14-15 og 16-17.  Greinarnar hjá teimum yngru vóru sprint og longdarlop, meðan sprint, kúlustoyt og miðteinur var á skránni hjá teimum eldru. Tíðaverri var kalt og nakað av vindi, og legði tað ein dempara á tær teknisku greinarnar og sprint.

Gentur og Dreingir 10-11 ár: Hjá gentum var Guðrið einsamøll at umboða Hvirluna hesaferð. Hon royndi seg á 80 m teininum og í longdarlop. á 80 m setti hon persónligt met við 15,52 sek í einum lítlum mótvindi. Hon leyp 2,40 m í longdarlop. Dreingirnir vóru heilir 4, harav tveir royndu seg á fyrsta sinni á 80 m og í longarlop. Á 80 m var tað tætt allan vegin millum báðar debutantarnar, men har dróg Dánjal longra stráði við tíðini 13,28 s, meðan Dávið kom á mál í tíðini 13,34 sek. Teir runnu í fyrsta riðlinum har vindurin var 0,8 m/s ímoti. Í seinna riðlinum komu teir eitt ár yngru Elias og Bárður. Teir setti báðir flott persónlig met við ávikavist 14.00 s (Elias) og 14.15 s (Bárður). Í longdarlop bleiv tað til heili 4 persónlig met. Dávið leyp heilar 3,78 m, sum var 21 cm longur enn nummar tvey í kappingini. Dánjal leyp 3,45 m, Elias 3,17 m og Bárður 3,04 m. Fyri Dávið og Dánjal var tað, sum áður nevnt, debut, meðan tað fyri Elias og Bárð var fyrsta kapping omanfyri 3 m.

Gentur og Dreingir 12-13 ár: Her var Hvirlan væl umboðað hjá bæði gentum og dreingjum. Hjá gentunum vóru tað Emilia, Marita og Tinna sum royndu seg á 80 m teininum og í longarlop. Tinna, ið hoyrur til yngra árgangin í hesum bólkinum, vísti at hon er skjótasta genta í bólkinum, við at vinna trygt. Tíðin var 11.93 sek, ið er nakað seinni enn hennara met 2 vikur gamla met. Marita kom á mál við tíðini 12,27 sek, og betraði sostatt um sítt persónliga met við meir enn ½ sekundi. Emilia fekk eitt flott persónligt met við 12,61 sek. Longdarlopi vísti seg at verða ein parada hjá hvirlu-gentunum. tí tær tóku tey trý fremstu plássini. Tinna leyp 4,13 m, Mariat 4,09 m. Báðar hava tær lopi væl longur í ár, so har er meir í vantu. Emilia bøtti sítt persónliga met við umleið ½ m, so tað nú er 3,96 m. Hjá dreingunum vóru tað Jákup og Tórur sum royndu seg. Á 80 m vann Tórur trygt við tíðini 11,95 sek. Jákup fekk eitt flott persónligt met. Í longdarlop leyp Tórur 4,32 m, meðan Jákup bøtti um sítt persónliga met so tað nú er 3,73 m.

Gentur og Drongir 14-15 ár: Tvær gentur og ein drongur royndu seg í hesum bólkinum, og í báðum førðum var tað einans í kúlustoyt. Tað gav tó tvey fyrsta og eitt triðja pláss. Bjørk betraði um sítt persónliga met við meir enn ½ m tá hon á fyrsta sinni fekk 3 kg tungu kúluna útum 8 m strikuna. Metið er nú 8.08 m. Edna Maria fekk eitt flott útslit við 6,45 m. Hjá dreingjunum var tað Tóri sum royndi seg á fyrsta sinni í ár, og tað gav úrslitið 7,91 m við 4 kg kúluni.

Dreingir 16-17 ár: Sum vant er dreingir 16-17 ein sera sterkur bólkur, har Hvirlan er væl umboðað. Í kúlustoyt vór tað seks hvirlur og ein ikki hvirla sum luttóku. Her vóru tað Hanus og Hallur sum høvdu sín egna dyst um fyrsta plássið. Hesaferð var tað tó Hallur, sum dróg longra stráði, tá hann í síðsta umfarið stoytti kúluna út á 10,41 m (persónligt met), meðan Hanus kom út á 10,33 m. Steinolvur á triðjaplássi kom út á 9,16 m (persónligt met við uml. ½ m). Trygvi kom út á 8,49 m (persónligt met við meir enn1 m), Bjarni 8,27 m og Rúni 6,88 m. Á 200 m teininum vóru tað einans Trygvi og Rúni sum royndu seg. Trygvi kom, hóast kuldan og mótvind, á mál við nýggjum persónligum metið, ið nú er 25,00 sek. Rúni kom á mál við tíðini 26,01 sek.

Samanumtikið eitt sera flott avrik av øllum Hvirlunum, og tað sum frøddi enn meir var gleðin sum lýsti úr øllum bæði egna vegna og vegna onnur góð úrslit.

Fleiri myndir eru í myndasavinum. Fulfíggja úrslit síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *