Nógv byrjaðu jólini við einum rennitúri

Hugnaligur jólahugni
23.12.2012
Gleðilig jól og gott nýggjár
27.12.2012

Nógv byrjaðu jólini við einum rennitúri

Aftur í ár vóru tað millum 60 og 70 fólk sum høvdu avgjørt at byrja jólini við at renna ein túr framvið kirkjunum í Tórshavn. Av teimum vóru tað fimm sum tóku tann langa túrin allan vegin til Kirkjubøðar, har maður aftur stóð fyri teimum við kaffi, rosinum og sjokulátu áðrenn langa túrin aftur til Tórsbreyt.

Byrja varð á Tórsbreyt, har øll tey vaksnu fylgdust fyrsta partin av teininum. So við og við fóru tey hvør sín veg, alt eftir hvussu nógvar kirkjur tey høvdu valt at renna framvið.

Tá tey vaksnu vóru farin, fingu børnini kort yvir øki nærhendis svartafossi, og blivu so deild í tveir bólkar. Uppgávan var so, at finna níggju postar, ið vóru merktir á kortinum, gera uppgávuna, ið stóð á kortinum. Tað vóru trý børn, umframt ein vaksnan í hvørjum bólki, sum fór avstað. Børnini vóru tey fyrstu heimaftur, og sást tíðuliga á stóra smílinum og reyðu kjálkunum at tey høvdu stuttleika sær. Heimkomin fingu tey pop-top umframt okkurt søtt.

Tey fyrstu vaksnu, vóru tey sum høvdu runnið uml. 7,5 km, so komu tey, ið runnu 11,5 km, meðan tey sum runnu teir 30 km til Kirkjubøðar og aftur komu síðst aftur á Tórsbreyt. Á Tórsbreyt fingu tey bæði heitt og kalt at drekka umframt frugt og okkurt søtt so at orku-depotini skjótt kundu fyllast aftur. Práti gekk lystiliga meðan fólk njótaðu løtuna áðrenn fari var heim at halda jól.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *