Nógv børn tá Hvirlan hevði opið hús á Tórsbreyt

Edna Maria kláraði oyggjaleikakravið í Aarhus
29.03.2019
Elin gjørdist sjeynda Hvirlan, sum kláraði oyggjaleikakravið
17.04.2019

Nógv børn tá Hvirlan hevði opið hús á Tórsbreyt

Í samband við at ÍSF hevði 80 ára stovningardag, heittu tey á limafeløg kring landi um at hava opið hús, soleiðis at fólk hendan dagin kundu síggja, hvussu nógv ymisk tilboð eru innan ítrótt. Hvirlan var sjálvandi við, og uppleggi var framsøki, tí 18 íðkarar og høvuðsvenjarin á breyt stóðu klár at taka ímóti. Av teimum 18 íðkarunum eru 6 knýttir liðum hjá Hvirluni sum venjarar. Hesi vóru klár á ymsum postum, soleiðis at fólk kundu royna allar greinar umframt at børn kundu royna seg í einari klassiskari barnavenjing, har tey uppá ein tíma komu ígjøgnum 3-4 ymsar greinar. Veðrið var á góðari leið, tí hóast kalt og nakað av vindi, so var turt.

Tað vísti seg at har komu 11 børn. Hesi byrjaðu við at hita upp við ymsum renni og gangi hættum á grasinum. So var fari til eina boðrenning, har børnini hoppaðu uppum og runnu undir forðingar. So var fari at leypa, fyrst á grasinum, og so í sandin, har børnini bæði royndu seg við “high five” og at leypa uppum venjaran. Eftir lop var fari til bóltkast, har tey sluppu at royna at “raka ósjónliga fuglin”. So var fari at renna. Her byrjaðu tey við “reaktións startum”, har tey byrjaðu standandi, sitandi ella liggjandi. So var fari at renna rimarenning. Har vóru rimar (forðingar) í ymsum hæddum settar upp, og so var at renna um rimarnar. Eftir rimarenning var fari til kúlustoyt, har kúlur í ymsari vekt vóru klárar, har royndu børnini seg eins og í bóltkast at kasta við og uttan atrenning, ella “glide” sum tað eitur í kúlustoyt. Síðsta venjing var renning, men sum so ofta tá Hvirlan skipar fyri, so er tað ikki “bara” renning. Børnini sluppu at renna boðrenning uppum hæddarlopsmadrassuna, og á madrassunu hoppaðu tey, bóltaðu rút ella eitthvørt annað.

Stóru smílini á ungu andlitunum staðfesti at hetta var ein góður dagur á Tórsbreyt, sum vantandi verður endurtikin!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *