Nógv børn, nógv ferð og nógv gleði á Tórsbreyt

Áhugaverd evnir viðgjørd annað vikuskiftið av venjari-2 útbúgvingini.
03.03.2013
Ungar Hvirlur á venjingarlegu í Svøríki
07.03.2013

Nógv børn, nógv ferð og nógv gleði á Tórsbreyt

Ungu venjarnir í Hvirluni hava verðuliga fingið gongd á venjingina í almennum frælsum mánadagar. Aftur í dag stóðu teir klárir at taka ímóti einans 10 min. eftir at teirra egna venjing var liðug. Í dag vóru tað uml 20 børn, sum vandu við í góðveðrinum.

Dagurin byrjaði við boðrenning, har ungu íðkararnir vóru býttir sundur í trý lið, sum skuldu renna undir trýggjar forðingar og so heimaftur áðren tann næsti fór avstað. Hesum stóð Helgi Geyti fyri. Helgi, ið hevur verði partur av talentbólkinum í kast, hevur í seinastuni valt at fokusera uppá diskuskast, har hann er ein av teimum bestu í landinum.

Eftir upphiting var býtt í tveir bólkar. Annar bólkurin byrjaði við at venja lopkoordinatión, meðan hin vandi rennikoordinatión. Tá báðir bólkar høvdu vant eina løtu í báðum støðum var skift til longdarlop og sprint. Trygvi Z. Laksáfoss stóð fyri longdarlopinum. Trygvi, ið hevur klára kravið til talentbólkin síðstu 3 árini, kláraði fyri lítlum mána síðan oyggjaleikakravið í hæddarlopi. Tummas Napoleon Arge stóð fyri sprint-venjingini. Tummas Napoleon hevur valt at satsa uppá sprint, og er hann eisini partur av talentbólkinum hjá FÍF.

Dagurin endaði við børnini sluppu at royna seg í brekkuvenjing, ið er stak krevjandi, men samstundis stuttlig hjá børnunum at royna.

Fyri felagið er tað deiligt at síggja hvussu ungu íðkararnir megna at takað ímóti børnunum og seta saman mennandi venjingar fyri hesi soleiðis at tey trívast og harvið finna gleðina við ítróttini. Tað er lítil ivi í at framtíðin sær gott út við slíkum kreftum í felagnum.

Leygardagar hava ungu íðkararnir eisini venjing fyri børn, ið eru fødd árini 1998-2002, tó ikki komandi leygardag tá venjarnir sjálvir fara á venjingarlegu í Svøríki. Tá er møguligt at venja kast og sprint/lop. Helgi og Hanus Bergsson standa fyri kast venjingini. Hanus hevur megna at kvalificera seg til danska talentbólkin í spjótkasti. Tummas Napoleon og Tórur Mortensen standa fyri sprint lop. Tórur hevur verði partur av talentbólkinum seinnu árini. Hansara bestu greinar eru longdarlop og trýstøkk.

fleiri myndir frá dagsins venjing eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *