Nógv børn á Stuttleikum

Miso gull, silvur og broncu á Copenhagen Open
10.06.2018
Hvirlur halda áfram við at imponera í stórkappingunum
17.06.2018

Nógv børn á Stuttleikum

Eina viku eftir at Tórsbreyt lat upp fyri almenninginum, skipaði Hvirlan fyri fyrsta tiltakið á Tórsbreyt. Hetta tiltak var Stuttleikir. Tað var eyðsýnt at hetta var eitt tiltak, sum børnunum dámdi. Á hvørjum árið síðan hevur Hvirlan skipað fyri Stuttleikum, og hvørja ferð síggjast nógv glað børn á Tórsbreyt. Í dag skipaði 10 ára gamla Hvirlan á tíggjunda sinnið fyri Stuttleikum á 10 ára gomlu Tórsbreyt. Eins og á nærum hvørjum árið stuðlaðu veðurguðarnir tiltakinum við góðum veðrið. Fyriskipanina áttu ungu hvirlurnar, sum venja á Tórsbreyt á vetri sum á sumri. Inntøkurnar frá tiltakinum fara allar til venjingarlegu hjá ungu hvirlunum.

 

Forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, setti leikirnar við einari góðari røðu um týdningin av ítróttaranda, sum hon livandigjørdi fyri øllum teimum spentu børnunum við foreldrum, við søguni um tá haran og skjaldbøkan fóru at renna um kapp.

So fóru børnini til ymsu postarnar, har tey kundu kasta bólt, leypa longdarlop ella renna 60 m. Hvørja ferð tey komu á mál fingu tey egi avrik skriva á sítt egna diplom. Tá diplomið var fult av flottum avrikum, fekk barnið heiðursmerkið fyri innsatsin. Eisini fingu børnini frugt, yoghurt og sunkist.

Tá pausa var, ella børnini vóru liðug nýttu nógv foreldur høvi til at keypa sær og børnunum vælsmakkandi vaflur við róma og súltutoy, sum foreldur í Hvirluni bakaðu so hvørt. Ein góður máti at enda ein góðan dag! 😊

Stuðla tiltakinum hava: MBM, FK, Articon og P/F Wenzel.

Myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *