Nógv børn á Stuttleikum

Elin Bólkamet og Dánjal í talentbólkin
01.06.2019
Ein flottur endi á ársins Grand Prix fyri børn og ung
15.06.2019

Nógv børn á Stuttleikum

Aftur í ár leitaðu fleiri enn 100 børn sær niðan á Tórsbreyt at royna seg á Stuttleikum.

Stuttleikir er eitt tiltak, har børn kunna royna seg í longdarlop, bóltkast og 60 m renning. Har er ongin skrá, so børnini avgera sjálvi raðfylgju, og hvussu ofta tey royna hvørja grein. Tá barnið hevur roynt seg í eini grein verður úrslitið skriva á eitt heiðursskjal, sum barnið fær heim við sær.

Tankin aftanfyri Stuttleikir er at flyta fokus frá kappingini til avrikið, tvs at barnið kann hugsavnað seg um sítt egna avrik, máta í sekundum ella metrum og har finna motivatión og hug til, at leita eftir mátum at gera tað betur. Harvið verður venjing eitt høvi til at blíva betur.

Tað var sera hugaligt at síggja, hvussu børnin hálaðu foreldur, ommur og abbar við sær, frá eini grein til tað næstu grein. Tað var ikki altið til at síggja, hvør tað var raska barnið ella foreldur, ommur og abbar sum frøddust mest um øll tey flott avrikini.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *