Nógv børn stuttleiku sær á Stuttleikum

Rógvi kastaði 55,03 m í Danmark
04.06.2011
Venjing fyri tey yngstu byrjar komandi sunnudag
05.06.2011

Nógv børn stuttleiku sær á Stuttleikum

Tað vóru nógv forvantingsfull børn sum stóðu á Tórsbreyt og bíðaðu eftir at Stuttleikir skuldu byrja. Onkur minti fyriskiparnar á at nú var klokkan tveir minuttir í, og tí skuldi man gera seg kláran. Tað var borgmeistarin Heðin Mortensen, sum setti leikirnar við eini røðu har hann minti á týdningin av at børn stuttleika sær við rørslu, og á tann hátt fáa lagt lunnar undir ein sunnan lívsstíl. Eisini nevndi hann, at við miðvísari venjing kundi onkur av luttakarnum gerast partur av oyggjaleikum um nøkur ár. So var fari í gongd. Børnini spjaddu seg beinan vegin út á tey fýra ymisku støðini. Lopi var í báðar sandgryvjirnar, og bóltar blivu kastaðir í eystara enda, samstundis sum sprint fór fram á sunnaru langsíðu. Bassi var komin at vitja, og tað vóru nógv sum góðu honum eitt klem. Børnini fingu frugt frá Poul Mikkelsen heilsølu og pop-top frá MBM. Tá tey síðstu fóru heim vísti tað seg at heili 78 børn høvdu stuttleika sær á Tórsbreyt.

Tiltakið var stuðla av Tryggingarfelagnum Føroyar, Eik, Klávus, MBM og Poul Mikkelsen Heilsølu. Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *