Nøgdir luttakarar í góðveðrinum

Hvirlan eigur fyrstu føroysku instruktørarnar í frælsum ítróttum
22.11.2011
Síðsta hvirluvindavenjing fyri jól verður sunnudagin 11. desembur :-)
05.12.2011

Nøgdir luttakarar í góðveðrinum

Eftir ódnina vístu veðurguðarnir seg frá sínari allar bestu síðu, tá Hvirlan skipaði fyri Hotel Føroyar Cross renning. Heili 45 fólk og ein hundur høvdu avgjørt at verða við, fyrstu ferð skipa var fyri hesum tiltaki. Ikki kann sigast annað enn at tiltakið hevði breiða undirtøku, tí luttakarar vóru úr stórun parti av landinum, har tann yngsti var føddur í 2007, meðan tann elsti var føddur í 1939. Nøkur gingu, onnur tóku sær ein lættan rennitúr, meðan nøkur pressaðu seg til markið. Øll tyktust tó verða væl nøgd við túrin, og ikki mundi tað gera dagin verri at fáa ein kaffimun, ella kakao afturvið einum heimabakaðum bolla á Kerjalón, meðan bíða var eftir lutakastinum um flottu vinningarnar sum Hotel Føroyar, Niels L. Arge, Siri o.ø. høvdu lati.

Ein vinningur er eftir at avheinta. Tað var eitt armband frá Niels L. Arge. Vinnarin av hesum hevði nummar 624. Vinningurin kann fáast við at ringja til Rigmor á 219577.

Tíðirnar síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Hallur says:

    Frálíkt tiltak!

    Hevði so avgjørt ætlað mær at luttaka, men annað tiltak í býnum forðaði mær tíverri.

    Hallur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *