Níggju nýggir venjarar í Hvirluni

Hvirlan fingið heilsu úr Svøríki
25.04.2009
Summarfrælsar byrja – hent kunning
29.04.2009

Níggju nýggir venjarar í Hvirluni

Onki felag er betur enn venjingin tað kann bjóða sínum limum og tí hevur tað at fáa venjarar til felagið verður ein tíðandi partur av arbeiðnum í Hvirluni. Fyrsta stigi á hesi leiðini var venjaraskeið, sum felagið hevur skipað fyri yvir tvey vikuskiftir. Sviðin Daniel Bergin hevur staðið fyri innihaldinum av tí, ið endaði við at níggju limir í Hvirluni fingu prógv, sum barna og ungdóms venjarar í frælsum ítrótti.

Seinna helvt av skeiðunum byrjaði á Tórsbreyt flaggdagin. Fyrst vísti Daniel hvussu ein kann venja 10-14 ára gomul í renning, bæðið við og uttan forðingar. Síðan vísti Heri hvussu ein kann venja sama aldursbólk í kastigreinunum, og at enda var tað aftur túrurin hjá Daniel at vísa hvussu ein kann venja lopini. 

So var farið til tann teoretiska partin sum henda dagin snúði seg um kjak um heima arbeiðið sum ymsu bólkarnir høvdu gjørt síðan fyrru helvt av skeiðnum, og nakað av undirvísing. Dagurin endaði longu kl. 14.30 fyri at skeiðluttakarnir og ikki minst Daniel við familju skuldu fáa møguleikan at uppliva flaggdagshaldið.

 

Annar dagurin byrjaði við at skeiðluttakarnir vandu onnur eftir venjingarskrá tey sjálvu høvdu fyrireikað. Her vóru ymsu greinarnar deildar út á bólkarnar, soleiðis at einstøku venjingarskráðirnar kunna nýtast í verðuligari venjing eisini.

 

Eins og fyrra dagin, so endaði hesin dagurin við tí teoretiska partinum, og hesaferð var primert fokusera uppá hvussu ein møtur børnum og ungum har tey eru og kann fyrihalda seg til tær broytingar sum hesir aldursbólkar fara ígjøgnum, har tann størsta broytingin er tá børnini koma í pubertetin.

 

Síðsta punkt á skránni var at skeiðluttakarnir vurderaðu skeiðið, og har var stór einigheit um at tað hevði verði sera gevandi bæðið viðvíkjandi hvussu ymsu greinarnar í frælsum ítrótti kunna venjast og hvussu ein kann menna børn so at tey sjálvi fáa sum mest burturúr.

 

Eftir skeiði var fari til felags døgura í Mettustovu, har prógvini blivu handaði áðren desertina, og tað var sera stuttligt at síggja hesi níggju standa við prógvum sum ávikavist barna (7-10 ár) venjarar og ungdóms (10-14 ár) venjarar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *