Náttúrurenning við Kerjar

Vit hvirla í heystferiuni :-)
11.10.2012
Hvirlan og INNI hava gjørt stuðulsavtalu
18.10.2012

Náttúrurenning við Kerjar

Hvirlan skipar fyri einum frálíkum tiltaki leygardagin 24. november kl. 14.00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.

Við at røra teg ert tú við í lutakastinum um góðar vinningar, til dømis Sveimandi vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum, eina góða gás til jóla og mangt annað. Sí niðanfyri.

Tey, sum melda til innan 10. november fáa renniblusu við í tilmeldingini. Viðmerk stødd á renniblusu.

Vinningar fyri at ganga/renna eru hesir
1. Sveimandi vikuskfiti fyri 2 á Hotel Føroyum
2. Gávukort á Áarstovu fyri 2
3. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
4. Renniskógvar til kvinnur frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport
5. Renniskógvar til menn frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport
6. Gávukort á Hvonn fyri 2
7. Tjógv
8. Gás

Tilmeldingin er umvegis www.renn.fo. Í løtuni eru tað tíðanverri trupulleikar við tilmeldingini, vónandi kemur tað skjótt í rættlag. Kort yvir ruturnar koma í næstum á hesa heimasíðu.

7 Comments

  1. Jesper says:

    Hej. Har tilmeldt os men hvordan betaler man?

  2. hziska says:

    Goldið verður á kontu: 9181 – 166 834 1. Viðmerk “kerjar” og navn

  3. Henrik Kølleskov says:

    Jeg gaar ud fra at ved forhaands tilmelding inden d.10, at det stadig er accepteret at betale ved start og ikke nødvendigvis via bank overførsel, og dermed stadig kommer i betragtning til en T-shirt.

  4. hziska says:

    Ætlanin er at fólk kunna koma at heinta blusurnar í Intersport í miðbýnum tá tær eru prentaðar. So verður goldið samstundis.

  5. r.thomsen says:

    tilmelding á renn.fo sær ikki út til at rigga. havi flutt pening… vóni tað kann telja sum tilmelding. medium t-shirt takk 🙂

  6. r.thomsen says:

    áju, fann link til tilmelding: http://www.hvirlan.fo/tilmelding/styled/code/index.php

  7. Jessie Hansen says:

    Havi júst melda meg, men hvat skal eg gjalda og á hvørja konto ?

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *