NATLOC 2014 – spennandi náttúrurenning runt Suðurstreym

Hvirlan flúgvandi til FM
03.08.2014
Barna venjing restina av sumrinum
11.08.2014

NATLOC 2014 – spennandi náttúrurenning runt Suðurstreym

Suðurstreymur er karmur um vitarenningina, ið Ítróttafelagið Hvirlan er skipar fyri hesa vikuna. Rennarar úr 7 ymiskum londum luttaka.

Kappingin byrjar mikudagin 06. aug og heldur fram til sunnudagin 10. august.

Vitarenning er bæði ein partur av ungdómsarbeiðinum hjá Hvirluni, eins og henda alternativa renning, ið setur krøv til ymsar førleikar, hóskar til hugmyndina hjá felagnum um at vera øðrvísi og fremja tað, ið er forkunnugt. Runnið verður í øllum lendi, tað skal bara vera uttan fyri rennibreytina. Hetta er fyrst og fremst fyri at læra at renna ótarnað í fremmandum fjøllum og at  finna runt við korti og kumpass, men tað er eisini fyri njóta náttúruna og sýna henni ans. Renningin er skipað sum kapping, har ein upp á tíð skal finna fjaldu postarnar ella vitarnar, og verður hetta gjørt við at brúka kort og kumpass og annars sítt góða skil at lesa náttúru og kort.

Hetta er eisini eitt gott høvi at gera okkurt sum familja og fáa ógloymandi minni og upplivingar í føroysku náttúruni.

Kappingarelementið er týðandi fyri summi, og fyri onnur eru náttúran og túrurin høvuðsmálið. Fyri Hvirluna er tað týðandi, at øll fáa eina góða uppliving.

 

Mikudagin 06. august

Verður kappast runt økið í Hoydølum.

Tilmelding við Studentaskúlan millum kl. 15 og 18

 

Fríggjadagin 08. august

” Býarsprint” har runnið verður runt í Havnini (kjarnaøkið er miðbýurin). Her skal sigast frá royndum luttakarum, at Havnin er ein sera spennandi býur at renna í, tí vitarnir eru ikki so lættir og líkatil at finna. Serliga tí at stóri parturin av gøtum og húsum í Havn ikki eru skipað og teknað við linjal. Her eru nógvar spennandi “skeivar” og smáar gøtur ið kunnu verða truplar at finna.

Tilmelding Miðlahúsið kl. 17.00, kappingin byrjar kl. 18.00, eftir at borgarstjórin hevur sett NATLOC 2014

 

Leygardagin 09. august

Vit kappast í Nólsoy hendan dagin, har runnið verður eftur postum lagdir runt í oynni.

Tilmelding við Kunningarstovuna kl. 10.30, kappingin byrjar kl. 11.00

Eyka túrur av Bursatanga kl. 10.00, heimferðin er skipað eftir vanligari ferðaætlan hjá Strandferðsluni.

 

Sunnudagin 10. august

Kapping við Rossagøtuna í Húsahagi og á økinum við Marknagil í Havn.

Tilmelding við Kerjalon kl.09.00, fyrsti startur kl. 10.00

 

Luttøkugjald fyri eina kapping:

Einstaklingur 145 kr., familja 200 kr.

 

Luttøkugjald fyri allar kappingar:

Einstaklingur 450 kr, familja 500 kr

 

NB: Til tey, ið ikki hava roynt hatta fyrr, so er tað ein fínur møguleiki at læra finna runt við korti og kumpass  í náttúruni. Kunning er allar dagar, 1 tíma áðrenn kappingin byrjar

 

http://youtu.be/DruVZQCRUs0

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *