Miso gull, silvur og broncu á Copenhagen Open

Annað umfar av stórkapping væleydnað
09.06.2018
Nógv børn á Stuttleikum
10.06.2018

Miso gull, silvur og broncu á Copenhagen Open

Hetta vikuskiftið hevur ungi Miso Buha luttikið í stóru kappingini Copenhagen Open í Hvidovre. Á skránni var 100 m, 300 m, 400 m og trýstøkk. Eitt stórt program, men Miso prógvaði at tað var ikki for stórt.

Leygardag fyrrapart var 100 m á skránni. Her hevur Miso longu skorið nógv av sínum persónliga metið, og tí var spennandi at vita, um hann megnaði at halda nýggja høga støði. Ein lítil mótvindur var, tá Miso fór í blokkin. Starturin sat væl, og við tað at Miso hevur økt munandi um sína toppferð, megnaði hann at halda seg heilt framm í sterka riðlinum. Á málinum segði tíðin 12,46 sek (w: -0,7 m/s), sum er næstbesta úrslit hjá honum. Hetta rakk til finaluna, sum var góðan tíma seinni. Í finaluni vildi starturin ikki heilt sita, og tí rann Miso eitt vet seinni, men endaði tó á einum flottum sætta plássi í finaluni við tíðini 12,55 s (w: -1,0 m/s).

 

Seinnapart skuldi Miso so aftur í eldin. Nú var tað til 300 m. Hetta er grein, har sprintúthaldni er avgerandi. Hetta er ikki nakað venjingin hevur fokusera uppá, tí fyrr enn ferðin er komin upp, er ikki relevant at fokusera uppá at halda ferðina. Ein størri ferð vil tó gera tað lættari at renna ein longri tein skjótari. Hetta vísti Miso eisini, tí við einum sera agressivum útlegg, har kreftirnar ikki rukku til meir enn fyrstu 230 m, megnaði Miso at koma á mál við tíðini 39,09 sek, sum er persónligt met við 0,71 sek, og næstan tvey sekund skjótari enn kravið til talentbólkin hjá FÍF. Miso fekk silvuermerkið fyri avrikið.

 

Sunnudagurin byrjaði við trýstøkk, sum er sergreinin hjá Miso. Her hevur verði arbeitt nógv við at fáa atrenningina til at sita betur, tí síðstu tvær trýstøkk kappingarnar endaðu við at øll lopini gjørdust yirtrakk. Tað hevur gingið framá, og tað vísti Miso longu í fyrsta lopið, har hann trygt leyp 12,12 m, og legði seg á odda í kappingini. Næsta lopið gjørdist yvirtrakk, meðan tað triðja gjørdist 11,85 m. Í fjórða fór ein framvið Miso, meðan fjórða og fimta lopið hjá Miso miseydnaðist. Í síðsta umfarið økti tann fremsti til 12,40 m, so kravið um Miso vildi vinna, var at hann bøtti munandi um sítt persónliga met. Hann kom við góðari ferð inn í fyrsta avsett, og eitt gott aktivt avsett gjørdi at hann fekk ferðina við sær. Ein góð flogfasa gjørdi at hann aftur kundi fáa aktivt avsett inn til næsta flog. Triðja avsett sat eisini væl. Her var Miso to í so skjótur at “lata aftur”, tvs knækka saman í kroppinum, og tí kom hann til at rotera ov nógv framyvir, sum kostaði nakað av longd, men mátibandið segði tó 12,51 m (w: 1,7 m/s), og harvið var gullið heima. Við hesum úrslitinum tekur Miso bólkametið í bólkinum Dreingir15, sum Tórur Mortensen átti. Samstundis setti hann kappingarmet í sínum aldursbólki og leyp 1½ metur longri enn kravið til talentbólkin hjá FÍF.

 

Hjá Miso endaði Copenhagen Open við 400 m renning. Miso hevði lært av 300 m, so harða útleggi bleiv erstatta av einum meir kontrolleraðum útleggi, og einum tolnum pressi alla handara langsíðuna. Í svingininum byrjaði hann so at pressa meir, og kom úr svinginum á triðjaplássi. Her sást at betur var disponera, tí ikki fyrr enn síðstu metrarnar áðrenn málstrikuna fór formurin. Miso endaði á einum flottum triðjaplássi. Tíðin vísti hvussu væl var runnið, tí við at renna 54,72 sek, hevði hann skorið smá fýra sekund av sínum persónliga metið. Tíðin var eisini góð tvey sekund skjótari enn kravið til talentbólkin hjá FÍF.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *