Miso gull í Svøríki

Tummas Napoleon Arge stóra framgongda á 800 m
27.01.2019
Lydia tók 18 ára gamalt føroyskt met
27.01.2019

Miso gull í Svøríki

Síðsta árið hevur øll venjing hjá Miso snúð seg um at skapa kraft frameftir, heldur enn uppeftir. Ein so stór broyting tekur tið at fáa at sita. Miso er ein, sum ger tað sum krevst, og tí hevur broytingin gingið væl. Enn er nakað eftir, áðrenn gamlir vanar eru fingnir av vegnum, men at tað gongur rætta veg sást fyri viku síðan í Reykjavík, tá Miso legði ein heilan metur omaná sítt persónliga met frá síðsta vetur. Hetta vikuskiftið royndi Miso seg í stórari svenskari innandura kapping, har nógvir av bestu sviðum og dønum luttóku. Her vísti Miso at framgongdin er reel, tí aftur megnaði hann at leypa ein heilan metur longri enn hann megnaði síðsta vetur.

Miso legði út við at leypa 13,18 m, sum var 81 centimetrar longri enn danin, sum legði seg á annað pláss. Næsta lopið var yvirtrakk, meðan hann í triðja umfari aftur leypa 13,18 m. Enn var hann 81 centimetrar framman fyri nummar tvey. Ikki fyrr enn í fimta umfarið kom ein av hinum nærri. Tað var ein sviði sum leyp 12,38 m, og harvið minkaðu um munin til 80 centimetrar. Nærri komu hinir ikki, og sostatt vann Miso eitt trygt gullmerkið, har hansara stytsta lop var langt nokk til at vinna honum gullið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *