Misjøvn úrslit á kastivøllinum

Hvirlan tikin við stormi
18.04.2008
Hvirluvindar á Flaggdegnum
27.04.2008

Misjøvn úrslit á kastivøllinum

Kastarnir í felagnum royndu seg í kapping á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn. Hóast onkrar glottar, so vóru úrslitini so sum so.

Fyrsta grein var hamarkast, og har luttóku Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard og Heri Ziska. Rógvi setti persónligt met tá hann kastaði hamaran út á 28.54 m, sum er rættuliga gott tá hugsa verður um at hann ikki hevur vant hesa greinina. Randi endaði á 30.85 m, men við til søguna hoyrur at hon tíðanverri gjørdi yvirtrakk tá hon kastaði hamaran út á 38.90, sum er 1½ m longur enn hennara føroyska met, eitt annað langt kast hjá henni var beint uttanfyri kastirætningin, so tað man ikki fara at ganga lang tíð áðrenn metið fellur. Heri hevði ein javnt ringan dag, har tey flestur kastini lógu um teir 43-44 m, og hóast hansara besta kast, ið var 44,68 m er nýtt felagsmet, so er Heri rættuliga misnøgdur við úrtøkuna.

Næsta grein var diskuskast. Her valdi Heri at geva avboð, og tí vóru tað bara Rógvi og Meifríð sum luttóku. Rógvi sett enn einaferð persónligt met. Hann var tó misnøgdur við at hann manglaði 21 cm í at náða 30 m strikuna. Meifríð kastaði diskin út á 23.44 m. Hetta er fyrsta diskus-úrslit hjá limi í Hvirluni, og er tað tí felags met.

Rógvi luttók ikki í spjótkast vegna ein skaða í alboganum, tí vóru tað bara kvinnurnar sum royndu seg har. Randi kastaði spjótið út á 31.17 m, meðan Meifríð kastaði 22.25 m.

Síðsta grein var kúlustoyt. Rógvi og Randi høvdu ein sera tættan dyst, ið byrjaði við at Randi legði seg á odda, og hóast Rógvi nærkaðist støðugt, so kláraði Randi at halda seg frammanfyri. Munurin í síðsta enda var tó einans 3 cm.

úrslit:

Hamarkast

  • Heri Ziska (7.26 kg), 44.68 m
  • Rógvi Højgaard (7.26 kg), 28.54 m
  • Randi kúrberg (4 kg), 30.85 m

Diskuskast

  • Rógvi Højgaard (2 kg), 29.79 m
  • Meifrið Hansen (1 kg), 23.44 m

Spjótkast

  • Randi Kúrberg (600 g), 31.17 m
  • Meifrið Hansen (600 g), 22.25 m

Kúlustoyt

  • Rógvi Højgaard (7.26 kg), 8.44 m
  • Randi kúrberg (4 kg), 8.47 m

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *