Mikudag hvirla vit :-)

Kapping leygardagin
26.05.2009
Rætting: Hvirlur í Kringluna leygardagin
28.05.2009

Mikudag hvirla vit :-)

Eins og aðrar mikudagar so komu nógv børn og ung á Tórsbreyt at venja frælsar mikudagin. Tvey lið komu klokkan 17.00 og eitt lið klokkan 18.00, og sum altíð stóðu fimm venjarar klárir at taka sær av hesum góðu 50 børnunum.

Fyrra liðið av hvirluvindum slapp at royna seg við lop og rimarenning (hekk/hurdle). Aftur hesa ferð vóru tað Kára og Randi, ið høvdu venjingina, og byrjaðu vit við navnaspæli og ‘tak skógvin’. Fyrra spælið snýr seg um búkøvilsi samstundis sum vit heilsa upp á hvør annan, meðan seinna spælið er reaksjónsøvilsi og startur, sum eisini er stuttligt. Síðan fóru vit í tveir bólkar, har vit vandu serlig stuðulsøvilsi til ávísu ítróttagreinina, og vit endaðu við eini breyt, ið setti krøv til javnvág, renning við rútmu, armstyrki, samskipan, alskyns lop, reaksjónsølvilsi o.m.a. Aftur hesa ferð var góð hjálp í foreldrunum, t.d. tá tað var neyðugt at vita, hvønn veg ein skuldi halda á breytini.

Tá tímin endaði fingu øll bræv við heim, har kunnað var um ymiskt viðvíkjandi felagnum, eins og heitt var á fólk at hjálpa til í sambandi við ymisk tiltøk.

Hjá teimum ungu legst afturat alla tíðina, og har nærkast markið fyri, hvussu nógvar dreingir liðið kann taka, enn er tó pláss eftir til gentur. Venjingin hesa ferð var fyrst generel lop-, áðrenn farið varð til trístøkk. Hin høvuðsgreinin hesa ferð var diskuskast. Eftirsum hetta var fyrstu ferð, diskus var á skránni uttandura, varð mest orka løgd í tey heilt grundleggjandi elementini í hesi teknisku greinini, t.d. hvussu en skal halda í diskinum og fáa hann at flúgva. Kastað bleiv sjálvandi eisini, áðrenn farið varð til fysisku venjingina, sum hesa ferð var styrkivenjing.

Seinna liðið av hvirluvindum slapp at royna seg í lopi og sprint, men fyrst varð hitað upp við spælinum ‘Tak skógvin’ og einari slangustafett. Eftir upphiting fór helvtin við Randi at royna lop, fyrst á kunst-stoffinum, so á grasinum, áðrenn farið varð at leypa í sandgrøvina. Hin helvtin fekk ein umgang av renniskúla hjá Hera, har fyrst var arbeitt við koordinatión, áðrenn farið var til reaktiónsstartir. Eftir uml. 25 min skiftu børnini um, so øll høvdu roynt bæði lop og renning, tá tímin var liðugur.

Enn ein góður venjingardagur var liðugur, og venjararnir gleða seg longu til næstu venjing.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *