Metstór luttøka á hvirluvindalegu í Hvalba

Kunning ísbv við hvirlulegu í Hvalba
07.03.2014
Hvirlan væl umboðað í vetrarkappingini
23.03.2014

Metstór luttøka á hvirluvindalegu í Hvalba

Veðurgudarnir vóru Hvirluni strangir, men hvirluvindarnir eru ikki so at syfta, og fitt og hugagóð, sum børnini eru, so dansaðu tey bara við illveðrinum og fingu eina rúgvu burturúr 🙂

Eyguni vóru klokkan 6.45 leygarmorgun

Hóast børnini nóg illa vóru vóru vaknað, so hómaðust smíl og spenningur á skaranum, sum fór umborð á Smyril leygarmorgun klokkan sjey. Ferðalagið taldi fjøruti fólk, og tey flestu vóru við á fyrsta sinni, tó at nøkur eisini vóru við fyri fjórða ferð.

Vit hittust til felagsboð, tá ið vit komu umborð, og fingu at vita um reglur og trygd á ferðini. Síðani tosaðu vit eisini um, hvønn buss vit skuldu fara í, tá ið vit komu á Krambatanga. Lagið var gott, og ymiskt var, hvussu tíðin varð brúkt, meðan vit sigldu. Summi slangaðu sær, summi gingu runt, summi prátaðu, summi spældu kort, og onnur sóu film.

inni

Vit løgdu í vaðið alt fyri eitt

Børnini føldu seg heima í Roynhøllini beinanveg. Skógvar og stivlar vóru settir í gongina, og so fóru tey at beistast á madrassunum, spæla stikkbólt og hálvgum reiða upp. Tá ið matpakkin var etin, fóru Birgir og Geytarnir oman á sandin at frælsa við børnunum. Randi fór runt Hvalba at seta postar upp.

Eftir eitt tørn á sandinum vóru børnini eitt sindur tiltuskað, men eftir at hava fingið hitan aftur við bóltspæli í Roynhøllini, løgdu tey í vaðið aftur. Randi býtti tey í lið, og so hildu tey í hvør sína ætt við korti í hendi. Eftir hálvan annan tíma komu tey so kinnareyð aftur. Tey flestu funnu allar postarnar, sum vóru tíggju í tali, og so var tað ein orðagáta at loysa. Á hvørjum posti var ein stavur, og hann settu tey saman til orð, meðan tey fingu sær millummáli. Loyniorðið var LONGDARLOP, og tað kláraðu øll liðini at finna útav, hóast onkur stavur vantaði.

Eftir millummálan spældu vit inni, og so fóru vit út at “blása systemið” á deiligu grasplenuni hjá Royn. Vindurin var nógvur, men hugurin góður. Forðingarnar lógu slættar móti grasinum, tá ið vindurin kom strúkandi, men tað nervaði ikki. Vit runnu um forðingar, gjørdu javnvágsøvingar (tað var ein ordilig avbjóðing í vindinum!), krupu, klintraðu, gleivaðu og lupu. Vit endaðu við at renna tvær vallarlongdir við at hva jakkan sum segl. Birgir fann uppá, og øll vóru samd um, at tað var ræðuliga stuttligt.

dans

 

Fantastiska foreldratoymið

Tá ið vit so vindblást komu aftur av vøllinum, gekk bara ein løta, so fingu vit døgurða. Børnini róstu foreldrunum fyri smakkgóðan mat, og tey høvdu pyntað og gjørt tað so hugnaligt við ballónum.

Eitt gott lið við foreldrum sum stuðla er sannur dýrgripur fyri eitt felag sum Hvirluna. Nøkur høvdu bakað, og nøkur foreldur komu við og stóðu fyri øllum tí, ið hevði við matgerð,  uppvask og hugna at gera.

 foreldur

Hugnaløta leygarkvøld

Eftir døgurðan var ein løta við spæli og skemti, og klokkan átta kom Eyðbjørg at dansa við okkum. Summi høvdu glett seg, summi vistu ikki, hvat tey skuldu halda, og onnur høvdu hug at rýma, men tá ið vit høvdu verið í gongd eitt korter, talt taktir, stressað um um rætt stev, vóru smíl á so at siga øllum andlitum, og hugurin var av besta slag!

Vit byrjaðu og endaðu við skrúðgongu, men royndu bæði slowfox og enskan dans. Pørini vóru eitt sindur ómakað viðhvørt, men væl gekst og stuttligt var. Tá ið dansitímin var av, vóru nøkur, ið høvdu hug at halda á, meðan onnur riggaðu drekkamunnin til. Hvirlan hevði 6 ára føðingardag 15. mars, og hetta varð hátíðarhildið við føðingardagssangi, áðrenn vit fingu drekka. Hugurin hjá summum at dansa var so góður, at meðan tey vaksnu sótu og gorraðu og nutu fríløtuna, so fóru tey upp á gólv aftur. Og tey skipaðu sjálv fyri! Hetta fegnaðust leiðararnir ikki bara um, teir frøddust, tí tað er so greitt tekin um trivnað og samanhald.

Tá ið klokkan nærkaðist hálvgum ellivu, var songartíð. Randi varskógvaði, at fimm minuttir vóru eftir, til øll skuldu liggja í soviposunum, og so fingu øll fimm minuttir afturat, til ljósasløkking varð. Og tað var sum at sløkkja fyri allari orkuni, tí friður varð alt fyri eitt.

 hoppa band

Sunnudagurin – okkurt var broytt

Onkur var eitt sindur ryggbrotin og limir kendist stívir og tungir, tá ið vit skuldu upp av tunnu madrassuni, men tað tóktist als ikki nerva tey minstu, sum vóru til dystin fús beinanveg. Nøkur vóru svong, so morgunmaturin kom skjótt á borðið, og etið varð í friði og náðum. Børnini vóru skjótt liðug, og okkurt var broytt samanborið við dagin fyri. Kanska svøvnurin ella tíðin ella bæði hava arbeitt fyri felagsskapin, men fyrraparturin var merktur av, at øll spældu væl saman, – við eini tónalegu, so øll fingu verið í sama rúmið. Enn eina ferð vóru leiðararnir ovurfegnir. Talan var ikki bara um ein einstaka løtu kvøldið fyri. Hvirluvindarnir eru við at finna stevið, tá ið tað snýr seg um at kenna hvønn annan og vera saman. Hesa ferð er talan um bólk, sum er settur saman av trimum liðum, og summi hava ikki sæst fyrr. Deiligt!

 runding

Seinnaparturin og siglitúrurin til Havnar

Eftir døgurða fóru vit út á sandin at leika eftir reka (les: finna ting). Tað var stuttligt at síggja, hvat fólk kláraðu at finna eftir hálvum tíma. Vit savnaðu funnu lutirnar saman og søgdu søgur og hugsanir um tað ymiska. Ein bólkur hevði eina stuttliga søgu um eina sinnopskrukku, sum hevði fingið krabbamein. Onkur annar greiddi frá eini brotnari ár, sum víkingar høvdu brúkt, og árin varð at enda nýtt til stangarlop, so fólk komu turrskødd um eina lítla á niðri á sandinum. Ein frálík løtu við tiltrongdari frískari luft.

Eftir túrin á sandinum fingu vit millummála, og so var ballónbardagi og lissukapping á skránni. Eftir tað var so smátt farið at rudda upp og rigga til fráfaring. Klokkan 17.15 stóð øll rullan á Krambatanga. Vit bíðaðu eina góða løtu eftir bussinum, men tað bilti ikki. Vit náddu bátin, og tað var tað týdningarmesta.

Túrurin norður gekk væl, men tað rullaði nakað illa, til vit komu norður um Dalsfles, tá slætnaði.

Komin til Havnar fingu foreldrini nøkur móð, men glað og væl foreint børn, heim við sær aftur.

 sandur 1

Ein frálík lega við frælsatíð og egintíð

Samanumtikið var legan góð og merkt av nógvum frælsavirksemi, hóast veðrið viðhvørt hevur verið betri. Børnini fingu eisini egintíð, sum tey bæði nýttu í felagsskapi og sjálvdrátti. Birgir hevði verið so umhugsin at tikið sjóneyku og lesiglas við, og fleiri børn eru sannir finnarar, so tey høvdu stóra gleði av at leggja ymiskt undir sjóneykuna ella lesiglasið til nærri rannsóknir. At finna gleði við rørslu, felagsskapi og at kunna geva øðrum nakað var fremsta endamálið við leguni, og serliga sunnudagin gekk sjón fyri søgn, at tað málið so sanniliga var rokkið. Leiðararnir vóru væl nøgdir bæði við børn og dygga foreldrastuðulin.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *