Metini halda áfram við at falla – updatera

Annar dagurin á Stórmót royndist eisini væl hjá Hvirluni, har fleiri persónlig og felagsmet vóru sett. Eitt nýtt føroyskt met bleiv eisini sett.

Fyrsta grein á degnum var hæddarlop hjá dreingjum 15-16 har Bjarni, Trygvi, Tróndur og Hallur royndu seg. Fyri nakrar var hetta fjóru ferð teir royndu hæddarlop, meðan tað var aðru fer hjá Trygva (fyrsta ferð var fríggjadagin). Allir komu uppum byrjunarhæddina, men longst kom Bjarni, ið endaði á 152 cm. Hóast góð byrjan, so vóru teir ungu ikki nøgdir tí at venjingin hevði víst at har er meira at koma eftir. Trygvi leyp 147 cm meðan Hallur og Tróndur lupu 132 cm.

Næst í eldin var Bjørk sum skuldi royna seg í longdarlopi. Har vóru heilar 41 sum royndu seg, so tað var nærum ½ tími millum lopini. Hetta setti serlig krøv til fyrireikingarnar millum lopini, og tað er gott at royna slíkt í praksis. Longsta lop hjá Bjørk var 3,29 m.

 

Teir 15-16 ára gomlu royndu seg so í forðarenning. Trygvi trekti seg og tí vóru tað einans Bjarni, Hallur og Tróndur sum royndu seg. Tíðirnar hjá teimum vóru 11.49 s, 12.54 s og 13.02 s. Helgi royndi seg eisini á 60 m forðarenning, men hann skuldi renna móti monnunum um tær 106 cm høgu forðingarnar. Hetta tyktist tó ikki nerva hann. Hann kom á mál í tíðini 11.92 s. Um ikki vit fara heilt skeiv, so er hetta nýtt føroyskt met.

Einans Hallur royndi seg í trýstøkk hjá dreingjum 15-16. Hetta var hansara fyrsta kapping í trýstøkk og leyp hann 8,72. Helgi skuldi aftur royna seg móti monnunum og hóast renningarlopið ikki vildi passa, so bøtti hann um sítt persónliga met við meir enn einum metri og kom á fyrsta sinnið út um 10 m strikuna (10,05 m), og tað hóast hann setti av uml. ½ m aftanfyri strikuna.

Síðan var tað Tummas Napoleon sum skuldi royna seg á 400 m samstundis sum Helgi royndi seg í trýstøkk. Hetta var fyrsti 400 m hjá Tummas Napoleon, men hann rann eina góða kapping og koma á mál við tíðini 62,14 s.

Eftir at kappingarnar vóru lidnar slakaðu leiðarnir eitt sindur uppá teymarnar og tað var loyvt at keypa og eta slikk og sodavatn. Tí var steðga í handli áðrenn fari var beina leið ut í Bláa Lónið. Dagurin endaði við pizzabuffet og filminum Avatar í 3D.

 

Annars var stuttligt at hitta vinir aftur og fáa nýggjar. Kristín Liv Svabo Jónsdóttir, ið vandi við Hvirluni seinasta summar bleiv ferðaleiðari hjá hvirlu-ferðalagnum. Kristin Lív bøtti um sítt persónliga met í hæddarlop, har hon er í íslendska talentbólkimum. Tveir í ferðalangum møttu eisini familju í Íslandi. Samanumtikið var ferðalagið ómetaliga væl móttikið, bæðið í ÍR húsinum, sum vit fingu til láns, og hava fingið at vita at vit kunna lána í 2011 eisini, og í høllini har nógv fólk komu at heilsa uppá. Samanumtikið ein sera góður túrur, sum sagtans tolir eina endurtøku.

Fleiri myndir frá kappingunum koma í næstum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *