Metini halda áfram við at falla

Tað kom minst eitt bólkamet, 19 persónlig met og haraftuat vóru tað 3, sum kláraðu a-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Stutt sagt ein góður dagur á Tórsbreyt.

Dagurin byrjaði við spjótkast, har tað vóru heili tíggju luttakarar, sum kappaðust í fimm ymiskum bólkum. Av teimum 10 megnaðu heili níggju at betra um sítt persónliga met. Glaðastur mundi tó Helgi (D17) verða, sum í fjórða umfarið fór 4 cm útum a-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Helgi valdi at gera yvirtrakk síðsta kast hóast tað táttaði væl í teimum 40 m. Hanus (D15), sum fyri 3 vikum síðan á fyrsta sinni fór útum 32 m, var ikki nøgdur hóast hann aftur betraði sítt persónliga met, so tað nú er 38,94 m við 600 g spjótinum. Orsøkin til at hann ikki var heilt nøgdur var at tað enn resta 1,06 m í at klára a-kravið. Sigast skal tó at øll tey fýra kastini, sum blivi máld, høvdu verði persónligt met fyri 3 vikum síðan. Tróndur (D16) er eisini byrjaður at vísa tenn, og kom hann hesaferð út á 34,05 m. Ein betran av persónliga metinum við 3 metrum. Marita (G12) royndi spjót fyri fyrstu ferð í ár, og gjørdi hon ikki mætari enn at kasta 400 g spjótið út á 24,79 m, sum er næstan 3 m longur enn a-kravið til talentbólkin. Heili fýra av hennara kastum vóru omanfyri a-kravið. Steinolvur (D16), Bjarni (D16), Trygvi (D16), Hallur (D15) og Tóri (D13) betraðu um síni persónligu met.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   reiðskapur   íðkari   árg.   felag   úrslit  
M   800 g   Rógvi Højgaard   1983   Hvirlan   47,59 m  
D16-17   700 g   Helgi Geyti   1993   Hvirlan   42,04 m   bólkamet / a-krav
  –   Tróndur Arge   1994   Hvirlan   34,05 m   persónligt met
  –   Steinolvur Geyti   1994   Hvirlan   32,12 m   persónligt met
  –   Bjarni K. Petersen   1994   Hvirlan   24,57 m   persónligt met
  –   Trygvi Laksáfoss   1994   Hvirlan   23,30 m   persónligt met
D14-15   600 g   Hanus Bergsson   1995   Hvirlan   38,94 m   persónligt met / b-krav
  –   Hallur Simonsen   1995   Hvirlan   27,08 m   persónligt met 
G12-13   400 g   Marita K. Petersen   1998   Hvirlan   24,79 m   persónligt met / a-krav
D12-13   –   Tóri Nielsen   1997   Hvirlan   25,40 m   persónligt met

Næsta grein var diskuskast, har seks íðkarar royndu seg. Her gjørdu teir ikki mætari enn at teir fimm betraðu um síni met, meðan tann sætti einans manglaði 13 cm í at betra um sítt met. Í diskus er Hallur (D16) við at fáa diskus-rútmuna í kroppin, og úrslitini vísa seg tí eisini. Í dag betraði hann um sítt persónliga met við meir enn einum metri, so tað nú er komi heilt út á 29.03 m. Hanus (D15) betraði sítt met við meir enn 3 metrum og er nú úti á 25,54 m. Bjarni (D16) og Steinolvur (D16) betraðu eisini um síni met.

Úrslitini í diskuskasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Árg.   Felag   Úrslit  
D16-17   1,50 Kg   Helgi Geyti   1993   Hvirlan   29,84 m  
  –   Tróndur Arge   1994   Hvirlan   21,82 m   persónligt met
  –   Steinolvur Geyti   1994   Hvirlan   20,27 m   persónligt met
  –   Bjarni K. Petersen   1994   Hvirlan   19,86 m   persónligt met
D14-15   1,00 Kg   Hallur Simonsen   1995   Hvirlan   29,03 m   persónligt met
  –   Hanus Bergsson   1995   Hvirlan   25,54 m   persónligt met

Seinasta greinin í dag var hæddarlop, og her vóru tað níggju sum royndu seg. Her bleiv tað so til 5 persónlig met og tvær tangeringar. Fremstur gekk Trygvi Laksáfoss (D16), sum ikki bara setti persónligt met (gamla var 163 cm), men kláraði a-kravið (166 cm) og endaði við at leypa heilar 170 cm. Trygvi hevði síðan tríggjar góðar royndur á 173 cm, men her steðgaði so í dag. Næsta máli er føroyska meti hjá monnum, ið er 175 cm. Steinolvur (D16) gjørdi ein ordans vørr og leyp 155 cm, og vann harvið á stórabeiggjanum (Helga), sum eisini betraði um sítt met, hann endaði tó á 150 cm. Annars betraðu Tróndur (D16) og Hanus (D15) um síni met.

Úrslitini í hæddarlopi vóru:

Bólkur   Íðkari   árg.   Felag   Úrslit  
M   Rógvi Højgaard   1983   Hvirlan   160 cm  
D16-17   Trygvi Laksáfoss   1994   Hvirlan   170 cm   persónligt met / a-krav
    Steinolvur Geyti   1994   Hvirlan   155 cm   persónligt met
    Bjarni K. Petersen   1994   Hvirlan   155 cm   tangering av persónligum meti
    Helgi Geyti   1993   Hvirlan   150 cm   persónligt met
    Tróndur Arge   1994   Hvirlan   140 cm   persónligt met
D14-15   Hallur Simonsen   1995   Hvirlan   130 cm  
    Hanus Bergsson   1995   Hvirlan   130 cm   persónligt met
D12-13   Marita K. Petersen   1998   Hvirlan   110 cm   tangering av persónligum meti

Samanumtikið ein sera góður dagur á Tórsbreyt, har tað enn eina ferð var staðfest at venjingin gongur rætta vegin. Enn er tó nógv at koma eftir bæðið tekniskt og fysiskt hjá øllum íðkarnum, so tað er ongin orsøk til at forbetringarnar ikki halda áfram í komandi kappingunum eisini.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *